6115.23 - Meining og læra


Skeiðsnummar
6115.23
Heiti
Meining og læra
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Galdandi rættur innan eitt øki veksur mangan til fram til ein tættan undirskóg av galdandi rætti, læru, hóast sambandið til objektivu rættarkeldurnar er heldur óbeinleiðis ella veikt. Hetta er alment galdandi, men sæst eina best innan rættarøki merkt av rættarkeldum sum standardum og prinsippum. Evnini at føra galdandi rætt aftur til sítt grundarlag hevur ikki einans ástøðiligan áhuga, men er eisini av størsta týdningi fyri evnini at greina galdandi rætt og kunna seta fram hollar grundgevingar um galdandi rætt. Endamálið við skeiðnum er tískil at menna evnini hjá tí lesandi at fata, hvussu rættur í breiðari merking verður til og rættvísgjørdur.
Innihald
Skeiðið er deilt í tveir partar partar: Í fyrra og styttra parti verða ástøðiligir tekstir lisnir, ið greina sambandið millum meining (sum ásett í lóg ella fylgja av øðrum objektivum autoritativum rættarkeldum) og læru ella galdandi rætt í breiðari merking. Í seinna og longra parti verða tikin dømi frá veruliga lívinum um rættarøki, har tað kann vera avbjóðandi at greina sambandið millum autoritativar rættarkeldur og læru ella galdandi rætt í breiðari merking.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar floksundirvísing. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur frá lesandi, kritiskt kjak og greining av ymiskum lestrarevnum. Tær tvær heimauppgávurnar, sbr. niðanfyri, samantvinna undirvísing og próvmeting.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá muninum á løgfrøðiligari meining og læru. - Greiða frá, hvussu munurin á meining og læru er ymiskur alt eftir ymiskum sløgum av rættarnormum. - Fata týdningin, ið samleiki á autoritativum tulkara hevur fyri menning av læru. - Fata týdningin sum skilnaðurin millum meining og læru hevur fyri sjálvstøðuga tulking mótsett tulking, ið bindir í tulking frá øðrum løgdømi. - Verja og kritisera sjónarmið um, at galdandi læra er eitt treytað, mótsett neyðugt, úrslit av objektivu rættarkeldunum. - Leggja fram og orða egnar sjálvstøðugar áskoðanir um meining og læru skrivliga og munnliga á greiðum og samanhangandi máli.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan stendur í tveimum skrivligum heimauppgávum og eini munnligari roynd. Ein skrivlig heimauppgáva uml. miðskeiðis í skeiðnum telur 30%, ein skrivlig heimauppgáva móti endanum á skeiðnum telur 20%, og ein munnlig roynd við fyrireiking til seinast telur 50%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at lesandi møta og lata inn til allar partar av royndini, og at hvør einstøk roynd er staðin. Eitt samlað próvtal verður givið fyri allar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin stendur fyrst í nøkrum ástøðiligum tekstum um munin á autoritativt ásettum rætti á tí eini síðuni og á hini síðuni rætti í veruleikanum. Síðan stendur lestrarlistin í einum blandi av tilfari, greinum, úrskurðum, álitum v.m., at lýsa trupul mál og rættarøki, har tað krevst nógv av løgfrøðiliga vitinum at greina sambandi millum ásettan rætt og galdandi læru. Lesiætlan og lesitilfar er tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Bárður Larsen