2414.10 - Føroysk fiskirættindi í altjóða lóg - Masterstig í Løgfrøði


Skeiðsnummar
2414.10
Heiti
Føroysk fiskirættindi í altjóða lóg - Masterstig í Løgfrøði
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi kunnleika til føroysk fiskirættindi sum tey verða ásett í altjóða høpi og eftir altjóða lóg. Dentur verður lagdur á eyðkenni við altjóða lóg sum viðkomandi eru fyri land sum Føroyar. Tey lesandi skulu fáa fatan av týðandi rættarkeldu og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir á altjóða tilfeingisspurningum, serliga tengdum at fiskirættindum. Tey lesandi skulu: • læra at skilja, hvussu altjóða lóg viðv. fiskivinnurættindum er skipað. • duga at meta ymisk sjónarmið viðvíkjandi støðu Føroya í altjóða lóg. • vera før fyri at meta um ymiskar altjóða lógarkeldur í viðkomandi høpi. • fáa eina fatan av, hvussu føroysk fiskirættindi eru knýtt at umheiminum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi. Skeiðið vendir sær eisini til teirra, ið hava almennan áhuga fyri altjóða lóg og fiskivinnu.
Innihald
Tey lesandi fáa kunnleika til altjóða lóg serliga viðv. fiskiveiðurættindum, føroyskar fiskivinnusáttmálar, altjóða umsitingarstovnar, strategiska samráðing og ymiskar serliga tættir sum umbýti av kvotum, formlig viðurskifti og rættarstøðuna hjá fiskiskipum í altjóða høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær evni, sum tey skulu skriva uppgávu um og leggja fram fyri flokkinum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum. Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður.
Ábyrgd
Kári á Rógvi