2420.11 - Skattlig viðgerð av peningakrøvum og peningaskuld (serskeið í føroyskum skattarætti). Stakskeið í løgfrøði - masterstig.


Skeiðsnummar
2420.11
Heiti
Skattlig viðgerð av peningakrøvum og peningaskuld (serskeið í føroyskum skattarætti). Stakskeið í løgfrøði - masterstig.
ECTS
5
Endamál
At veita teimum lesandi kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju. Tey lesandi skulu fáa førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt. Tey lesandi skulu: • læra at skilja og síggja, nær ein avgerð ella ætlan kann hava við sær skattlegging. • duga at leita fram og meta um tær rættarkeldur, sum kunnu svara skattligum spurningum. • fáa venju í at bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu. • fáa eina fatan av, hvussu skattarættur er knýttur at vinnulívsrættinum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi.
Innihald
Evni á hesum stakskeiði er í fyrsta lagi ein gjøgnumgongd av skattligu viðgerðini av skuld eftir ávikavist skattalógini og kapitalvinningsskattalógini, undir hesum leysgeran av skuld, akkord, umskipan av skuld og framflytan av halli. Eisini verður viðgjørt um-og endurskipan av vinnuligum virksemi hjá einstaklingum og feløgum í breiðari merking, undir hesum keyp/sølu av feløgum við halli o.a.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 20 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar (cases) og kjak.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Lesandi fær 20 minuttir til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum ella kann byggja á eina case. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum: Partar av bókini Føroyskur Skattarættur o.a., umleið tilsamans 250 síður.
Ábyrgd
Kári á Rógvi