6325.23 - Fyrireikandi skeið til masterritgerð


Skeiðsnummar
6325.23
Heiti
Fyrireikandi skeið til masterritgerð
ECTS
5
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið skeiðið “Vísindaástøði og háttalag 1” (áðrenn 2021 “Metodologi 1”) ella hava samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi menna førleikan at brúka vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í mun til ein spurdóm, áðrenn tey skulu skriva høvuðsritgerð
Innihald
Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í samband við høvuðsritgerðina. Skeiðið leggur eisini dent á førleikan at orða spurdóm og gera kanningarsnið við støði í høvuðsritgerðini. Í vísindaástøðiliga partinum verður dentur lagdur á tilgongdir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Í mun til kanningarsnið verður dentur lagdur á førleikan at eyðmerkja granskingareindir og taka atlit til ymisk metodisk hugtøk og krøv. Í mun til háttalag snýr skeiðið seg um ymiskar hættir at savna saman data í mun til ein spurdóm í eini høvuðsritgerð. Skeiðið er eitt framhald av skeiðnum ”Vísindástøði og háttalag I” og útgreinar ymiskar tættir, sum eru neyðugir, tá høvuðsritgerðin skal skrivast.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á bæði seminarvirksemi, bólkaarbeiði og individuelt arbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir í mun til ein spurdóm • eyðkenna fyrimunir og vansar við ymiskum háttaløgum í mun til ein spurdóm • meta um hóskandi kanningarsnið í mun til ein orðaðan spurdóm • eftirmeta kritiskt egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt í mun til ein spurdóm
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva á 3-5.000 orð
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 200 síður samanlagt. Bókmentalistin verður tøkur á Moodle. Vegleiðandi síðutal í bókmentalistanum er 100 síður. Afturat bókmentalistanum skulu tey lesandi sjálvi leggja egið tilfar afturat, sum er valt við støði í teirra høvuðsritgerð
Ábyrgd
Erling Isholm