Skriva út

Námsvísindadeildin

Eftirútbúgving 2020-2021

Við støði í § 6 í Ll. nr 58 frá 9.juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, í Kunngerð nr 83 frá 15. juni 2012 um ískoytisútbúgving fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar, útbúnir eftir eldri lógum og í Kunngerð nr. 140 frá 13. november 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, skipar Fróðskaparsetur Føroya/Námsvísindadeildin fyri hesum eftirútbúgvingum lestrarárið 2020-2021:

  1. Linjugreinalestur fyri fólkaskúlalærarar
  2. Ískoytisútbúgving til bachelor (B.Ed.) fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
  3. Yvirskipað námsfrøðilig leiðsla

Tilmelding 

Tilmelding skal vera skrivlig. Umsóknarblað til endamálið er til taks á heimasíðu setursins og skal sendast teldutøkt til lestur@setur.fo

Um skúli ella stovnur gjalda skeiðsútreiðslurnar, skal skúla-/stovnsleiðslan vátta tilmeldingina.

Í ivamálum ber til at venda sær til okkum á nad@setur.fo ella við at venda sær til Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini, paulinap@setur.fo.

Skeiðstekning verður roknað at vera bindandi. Eru avboð, eiga tey beinanvegin at verða fráboðað. Fróðskaparsetrið skilar sær rætt til at avlýsa fráboðað skeið vegna vantandi undirtøku.

Tilmeldingarfreistin er í seinasta lagi 14. juni 2020

Nakrar dagar eftir tekningarfreistina fáa allir luttakarar skrivliga at vita, annaðhvørt teir eru tiknir við á skeið ella ikki. Skeiðsfráboðan verður send luttakarunum við telduposti.

Øll boð og kunning um skeiðið verða givin við telduposti.
 

Luttakarar fáa skeiðsprógv, tá ið skeiðið er lokið.

Kostnaður

Fyri hvørt modulið í ískoytisútbúgvingini til bachelor verður kravt eitt skeiðsgjald á kr. 8000.

Kostnaðurin fyri luttøku í linjugreinalestrinum er kr. 200 pr/ECTS, umframt 6000 kr fyri starvslæru.

Rokning fyri skeiðsgjald verður send luttakarunum, og kravt verður, at rokningin er goldin, áðrenn skeiðið byrjar.

Kostnaðurin fyri stakskeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu er 15.000 kr.