Skriva út

Gransking

á Føroyamálsdeildini

Gransking á Føroyamálsdeildini er málgransking og bókmentagransking. Granskingin er støðið undir útbúgvingunum og verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og við somu háttaløgum sum hugvísindalig mál- og bókmentagransking yvirhøvur nýtir.

Umframt evnisøki og verkætlanir, samstarva granskarar við granskarar aðrastaðni, bæði í styttri verkætlanum og føstum samstarvi við ráðstevnum og fundum, sum leggja útgávur og innlit eftir seg.

Á Føroyamálsdeildini eru í starvi:

  • 2 bókmentafrøðingar
  • 1 granskari í munnmentum
  • 4 málfrøðingar
  • 3 ph.d.-studentar
  • 4 granskingarhjálparar
GREINASAVNIÐ

Her ber til at leita í greinasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út

Meira