Skriva út

Gransking

á Námsvísindadeildini

Høvuðsgranskingarøkini á Námsvísindadeildini eru í náms- og undirvísingarfrøði. Serligar granskingarverkætlanir eru innan lesing og lesiførleika hjá børnum, í barna- og ungdómsmentan, innan undirvísing og hugburð til undirvísing og læring, talgildar miðlar, námsfrøðiliga leiðslu, happing, eftirmetingar í fólkaskúlanum, læraraútbúgving, náttúruvísindaligar lærugreinir, støddfrøðiundirvísing og undirvísing í enskum í fólkaskúlanum.

Umframt ymisk evnisøki og verkætlanir, taka granskarar lut í samstarvi við granskarar aðrastaðni, bæði í styttri verkætlanum og í samstarvi við ráðstevnum og fundum, sum leggja útgávur og innlit eftir seg.

GREINASAVNIÐ

Her ber til at leita í greinasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út

Meira