Skriva út

Ph.d. lestur

Ph.d. er stytting fyri philosophiae doctor (tað er doktari í filosofi). Hetta er ein trý ára granskaraútbúgving, sum er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virki, serliga tey, sum arbeiða við at menna nýggjar vørur og tænastur, seta fólk við ph.d.-útbúgving í starv.

Fólk verða vanliga sett í eitt trý ára starv – t.d. á einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki – og verða samstundis innskrivað til lestur á einum universiteti.

Til ber at søkja um at verða innskrivað/ur til ph.d.-lestur á Fróðskaparsetrinum. Í sambandi við umsóknir um stuðul og annað verður hetta trý ára skeiðið og arbeiðið vanliga kalla ein ph.d.-verkætlan ella ein granskaraútbúgving.

Trý ára ph.d.-útbúgvingin verður løgd oman á trý ára bachelor- og tvey ára masterútbúgving og verður ofta kallað 3+2+3. Kandidatparturin er við í ph.d. partinum.

Granskingarráðið brúkar fittan part av árligu játtanini í Granskingargrunninum til at stuðla ph.d.-verkætlanum. Talan er um lutvísan stuðul, í mesta lagi 2/3 av samlaða kostnaðinum. Granskingarráðið stuðlar bæði ph.d.-verkætlanum í Føroyum og uttanlands.

Hvar ber til at leita sær ráð? 

Um tú hugsar um at fara undir ph.d.-lestur, mást tú bæði hugsa um fakliga, fíggjarliga og sosiala partin.

  • Fakligi parturin
    Set teg í samband við leiðsluna ella við ein viðkomandi granskara á Fróðskaparsetrinum ella einum av hinum granskingarstovnunum í Føroyum, um tað er her, tú kundi hugsað tær at arbeitt. Undir øllum umstøðum er tað skilagott at hava samband við føroyska granskingarumhvørvið, eisini um tú fert undir ph.d.-arbeiði uttanlands.

  • Fíggjarligi parturin 
    Møguleiki er at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Er granskingarevnið títt innan fiskivinnu, ber eisini til at søkja stuðul frá Fiskivinnuroyndum. Ofta er skilagott at søkja fígging frá fleiri keldum, tí tá er oftast lættari at fáa til vega neyðugu fíggingina. Spyr teg fyri hjá øðrum ph.d.-studentum ella hjá Granskingarráðnum og granskingarstovnunum um hendan partin.

  • Sosiali parturin
    Hugsa um, hvat granskingarumhvørvi er best at knýta seg at. Aftur her er tað gott at spyrja seg fyri á granskingarstovnunum og hjá øðrum ph.d.-studentum.