
Til nýggj lesandi:
Vælkomin á Fróðskaparsetur Føroya. Tú byrjar nú eitt nýtt tíðarskeið í lívi tínum, har tú hevur valt at fara undir universitetslestur. Okkara ynski er, at lestrartíðin verður tær góð, lærurík og stimbrandi.
Fyri at tú kanst fáa eina so góða byrjan á lestrinum sum møguligt, hava vit savnað nøkur góð ráð um at vera lesandi á einum hægri lærustovni, um viðurskifti viðvíkjandi lestri, próvtøkum og skiftislestri o.m.a.
Harumframt eru ymsar upplýsingar um stuðulstænastur og stuðulsamboð, ið eru til taks á Fróðskaparsetrinum.
Handbókin hevur eisini kunning um fíggjarligar stuðulsmøguleikar, umframt at orðafrágreiðingar eisini eru at finna.
Handbókin verður dagførd við jøvnum millumbilum.