Próvtalsstigi
Á Setrinum verður 7-tals-stigin nýttur
7-talsstigin eitur so, tí hann er samansettur av sjey próvtølum. 7-talsstigin er sambæriligur við ECTS-stigan, og tí verður hann nýttur. Í 7-talsstiganum eru eingi undantakspróvtøl, eins og próvtalið 13 í gamla próvtalsstiganum.
Tú hevur ikki staðið, tá tú fært 00 ella -3.
Hvat er ECTS-stigin?
ECTS er stytting fyri European Credit Transfer and Accumulation System. Hetta er eitt evropeiskt mát fyri arbeiðsbyrðu í eini útbúgving. ECTS sigur einki um torleikastig, men bert um vavið av útbúgvingini, t.d. hvussu nógv ECTS námsstig ein heil útbúgving telur ella hvat einstøku skeiðini telja. ECTS-ásetingar sambært Bologna krevja, at gjøgnumskygni er í arbeiðsbyrðu og at læruúrtøkur er orðaðar.
ECTS-stigin gongur frá A til F. A er tað hægsta tú kanst fáa og tað sama sum 12 í 7-talsstiganum. Sambært §5 í Kunngerð um próvtalsstiga og døming, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013, stendur at lesa um prógv og skjalaváttanir, at:
“Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbrt. fylgiskjali 1.”
7-tals stigin |
Próvtalsmerking |
Próvtalslýsing |
13- talsstigin |
ECTS-stigin |
12 |
Lýtaleyst ella mest sum avrik |
Verður givið fyri avrik, sum er lýtaleyst ella mest sum lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. |
13-11 |
A |
10 |
Sera gott avrik |
Verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini. |
10 |
B |
7 |
Gott avrik |
Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. |
9-8 |
C |
4 |
Hampiligt avrik |
Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini. |
7 |
D |
2 |
Toliligt avrik |
Verður givið fyri toliligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. |
6 |
E |
0 |
Ikki nøktandi avrik |
Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini. |
5-03 |
FX |
-3 |
Heilt vánaligt avrik |
Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið. Studenturin hevur staðið, tá ið hann fær 02, 4, 7, 10 ella 12. |
00 |
F |
Til at áseta ECTS-námsstig á rættan hátt, er ein vegleiðing gjørd, sum nágreiniliga vísir, á hvønn hátt ásetingar skulu gerast, og hvørji onnur krøv eru tengd at ECTS-skipanini. Eitt ECTS er mett at svara til eina arbeiðsbyrðu á umleið 25 – 30 tímar (í miðal). Ein lestrarhálva svarar til 30 ECTS og fulltíðar lestur í eitt ár telur 60 ECTS. Fyri at fáa ECTS skalt tú sum lesandi havi rokkið ásettu læruúrtøkurnar og harvið hava staðið einstøku skeiðini.
ECTS-vegleiðingina finnur tú HER.
Umseting av miðalpróvtølum frá 13-talstiganum til 7-talsstigan.
Tabelin, sum er galdandi frá 1. februar 2017, er at finna her:
https://www.ug.dk/uddannelser/artikleromuddannelser/karakterskala-7-trinsskalaen
13-talsstigin/7-talsstigin |
13-talsstigin/7-talsstigin | 13-talsstigin/7-talsstigin |
6,0 svarar til 2,0 |
8,4 svarar til 7,1 |
10,8 svarar til 12,1 |
6,1 svarar til 2,0 |
8,5 svarar til 7,4 |
10,9 svarar til 12,2 |
6,2 svarar til 2,1 |
8,6 svarar til 7,7 |
11,0 svarar til 12,3 |
6,3 svarar til 2,3 |
8,7 svarar til 7,9 |
11,1 svarar til 12,3 |
6,4 svarar til 2,5 |
8,8 svarar til 8,2 |
11,2 svarar til 12,4 |
6,5 svarar til 2,7 |
8,9 svarar til 8,5 |
11,3 svarar til 12,4 |
6,6 svarar til 2,9 |
9,0 svarar til 8,8 |
11,4 svarar til 12,5 |
6,7 svarar til 3,1 |
9,1 svarar til 9,0 |
11,5 svarar til 12,5 |
6,8 svarar til 3,3 |
9,2 svarar til 9,3 |
11,6 svarar til 12,5 |
6,9 svarar til 3,5 |
9,3 svarar til 9,5 |
11,7 svarar til 12,5 |
7,0 svarar til 3,7 |
9,4 svarar til 9,7 |
11,8 svarar til 12,5 |
7,1 svarar til 3,9 |
9,5 svarar til 10,0 |
11,9 svarar til 12,5 |
7,2 svarar til 4,1 |
9,6 svarar til 10,2 |
12,0 svarar til 12,5 |
7,3 svarar til 4,3 |
9,7 svarar til 10,4 |
12,1 svarar til 12,6 |
7,4 svarar til 4,6 |
9,8 svarar til 10,6 |
12,2 svarar til 12,6 |
7,5 svarar til 4.8 |
9,9 svarar til 10,8 |
12,3 svarar til 12,6 |
7,6 svarar til 5,0 |
10,0 svarar til 11,0 |
12,4 svarar til 12,6 |
7,7 svarar til 5,3 |
10,1 svarar til 11,2 |
12,5 svarar til 12,6 |
7,8 svarar til 5,6 |
10,2 svarar til 11,3 |
12,6 svarar til 12,6 |
7,9 svarar til 5,8 |
10,3 svarar til 11,5 |
12,7 svarar til 12,7 |
8,0 svarar til 6,0 |
10,4 svarar til 11,6 |
12,8 svarar til 12,7 |
8,1 svarar til 6,3 |
10,5 svarar til 11,7 |
12,9 svarar til 12,7 |
8,2 svarar til 6,6 |
10,6 svarar til 11,8 |
13,0 svarar til 12,7 |
8,3 svarar til 6,9 |
10,7 svarar til 12,0 |