Skriva út

Samstarv við stovnar og einstaklingar úti og heima

Fróðskaparsetrið hevur umframt síni egnu starvsfólk brúk fyri tænastum og stuðli frá eini røð av stovnum og einstakligum í Føroyum og aðrastaðni fyri at kunna liva upp til endamál sítt at undirvísa, granska og kunna um hetta virksemið á hægsta altjóða stigi.

Síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, hevur eitt fjøltáttað samstarv verið serliga við vísindafólk og leiðarar fyri granskingarstovnarnar  í Føroyum. Samstarv hevur eisini verið við vísindafólk á útlendskum stovnum, serliga á universitetunum í næstu grannalondunum. Hesi fólk hava havt stóran lut í undirvísingini, próvdømingini og vísindaligu metingunum á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum vísindafólk okkara og á øðrum stovnum hava arbeitt neyvt saman um granskingarverkætlanir. Eisini okkara vísindafólk hava undirvíst, próvdømt og mett aðra staðni.

Hendan skipan er av alstórum týdning fyri at tryggja, at virksemið á Fróðskaparsetrinum er á sama stigi sum á øðrum universitetum í londunum kring okkum. Við at virka hjá hvør øðrum fer ein jøvn góðskutrygging og eftirmeting fram, bæði av samlaða virkseminum hjá stovninum og av arbeiðinum hjá hvørjum vísindafólki sær.

Samstarvið hevur fyri tað mesta verið óformliga skipað við avtalum beinleiðis við undirvísarar og annars so hvørt  í sambandi við ymsar uppgávur. Seinnu árini hevur Fróðskaparsetrið formliga knýtt fleiri av hesum vísindafólkum at sær sum adjungerðaðar professarar og lektarar.

Í sambandi við komandi umskipingarnar á Fróðskaparsetrinum er tað ynski og ætlanin bæði hjá Fróðskaparsetrinum og stovnunum, sum vit samstarva við, at formalisera hetta meira. Hetta er neyðugt til tess at lýsa umfatandi samstarvið og ikki minst at sjónliggera, hvussu stóran lut aðrir granskingarstovnar og vísindafólk á hesum stovnum og aðrastaðni eiga í útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum.