(Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
26.08.2021
Setrið
Skriva út

Ábendingar um jodtrot í føroyingum

Úrslit eru komin av jodkanningum av føroyingum millum 40 og 74 ár og av føroyskum vatni

WHO mælir til, at øll heimsins lond hava eftirlit við jodstøðuni hjá borgarum. Eingi hagtøl hava verið fyri jodið í føroyingum. Nú eru úrslit av fyrstu føroysku kanningini almannakunngjørd, og hóast ein kanning er ov lítið til at gera niðurstøður, so eru ábendingar um, at vit fáa ov lítið av tí týdningarmikla jodinum.

Tað er Stoffskiftisfelagið, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við Landssjúkrahúsið, Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Fróðskaparsetrið og Ålborg sjúkrahús.

Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum/Sjúkrakassagrunninum, granskingarráðnum á Landssjúkrahúsinum, Ålborg sjúkrahúsi og Dancea Research Programme.

Endamálið var at kanna, hvussu jodføðslustøðan er í føroyingum í aldrinum 40-74. Harafturat eru vatnkanningar gjørdar av 12 ymsum støðum í Føroyum fyri at vita, hvussu jodstøðan er í vatninum her.

Jod skal til

Jod er lívsneyðugt fyri stoffskiftið. Ov nógv ella lítið jod kann elva til stoffskiftissjúkur, umframt, at ov lágt jodstig hjá barnakonum hevur neiliga ávirkan á intelligensin hjá børnunum (lægri IQ).

Eldri danskar kanningar vístu, at danir høvdu ov lítið av jodi í sær, og tískil kom danskt lógarkrav í 2000, sum segði, at jod skal latast í húsarhaldssalt, og at breyð, sum er í sølubúðum, eisini skal innihalda jodríkað salt. Vit fáa jod við matinum, vit eta, serliga við at eta fisk og sjóðgæti. Í mongum londum er eisini nógv jod í mjólk og mjólkaúrdrátti, men eingi tøl eru á føroysku vørunum.

Tað ber til at kanna jodinnihaldið í landinum, tí tað svarar næstan til jodinnihaldið í blóðinum hjá fólki.

491 føroyingar millum 40 og 74 ár lótu landroyndir til hesa kanningina, og hetta svarar til 10 prosent av føroyingum í aldursbólkinum. Jodinnihaldið varð mátað við ceri/arsen-háttinum. Útslitið vísir, at median-landjodinnihaldið er 101 µg/L, (21 µg/L-1870 µg/L).

Tilsamans lógu 37 prosent av luttakarunum í normaløkinum, eingin hevði álvarsligt jodtrot, men helmingurin av luttakarunum høvdu ov lítið av jodi í landinum í mun til WHO-tilmælið. Postivur samanhangur var millum millum, hvussu nógvan fisk og annan úrdrátt úr sjónum, luttakararnir ótu, og jodinnihaldið í landroyndunum.

Jodinnihaldið í føroyskum vatni er sera lágt; <2 µg/L í øllum 12 støðum, sum vóru kannað.

Niðurstøða

Tey fyrstu úrslitini av kanningunum av jodinnihaldinum í føroyingum vísir, at median-landjodinnihaldið er í lægra lagi í mun til WHO-tilmælið.

Fleiri kvinnur enn menn høvdu lægri jodinnihald í landinum, enn viðmælt, og tað kann hava stóran týdning fyri fólkaheilsuna í Føroyum.

Hvat kunnu vit gera nú?

Ein kanning er ov lítið til at siga nakað um jodstøðuna hjá føroyingum, men nýggjar jodkanningar eru á veg í øðrum aldursbólkum.

Góð ráð:

- Et fisk/havúrdrátt minst tvær ferðir um vikuna til høvuðsmáltíð
- Brúka jodríkað húsarhaldssalt
- Kunning og fokus á jodstøðuna í Føroyum, so til ber at taka støðu til heilsuráð

Greinin um jod í Føroyum er útgivin í tíðarritinum British Journal of Nutrition og kallast Iodine nutrition among the adult population of the Faroe Islands – a population-based study.

Høvundarnir eru Herborg Líggjasardóttir Johannesen, Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Stig Andersen, Pál Weihe og Anna Sofía Veyhe.

Kelda: Granskingarráðið