University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Erik Skyum-Nielsen1.jpg
28.08.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi

Erik Skyum-Nielsen vitjar

Bókmentatiltak verður í Gamla Bókhandli 4. september

Danski bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen vitjar og undirvísir á Føroyamálsdeildini í døgunum 2. til 6. september. Í hesum sambandi verður bókmentatiltak í mentanararvsrúminum (íbúðini) í Gamla Bókhandli mikudagin 4. september kl. 16. Bergur Rønne Moberg fer at hava samrøðu við Erik Skyum-Nielsen um rithøvundarnar Halldór Laxness og Gunnar Gunnarsson sum ávikavist íslendskt- og dansktskrivandi íslendingar.  Umrøddir verða líkleikar millum íslendskar og føroyskar bókmentir á føroyskum og donskum við serligum atliti at bókmentasøguskriving.

Erik Skyum-Nielsen er lektari á Nordiske Studier á universitetinum í Keypmannahavn, og hann hevur umframt íslendskar høvundar týtt føroyskan skaldskap, m.a. verk eftir Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen og Carl Jóhan Jensen. Tey flestu munnu eisini kenna hann sum ummælara.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Martin Á Frændafundi Mynd Tórshavnar Kommuna

    Rektarin vil hava nýskipanir

  2. Sissal Maria Rasmussen hon vil at HENDAN skal brúkast.jpg

    Sissal framflutt til lektara í máltøku

  3. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking