Vísindaliga greinin hjá m.a. Maluni Marnersdóttur, "Kenslubúskapir í Norðuratlantshavi: Gomul bond og nýggj vinaløg", var evnið í útvarpssendingini Nón í gjár (Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
09.06.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Malan Marnersdóttir í Nón um kenslur í ríkinum

Í gjár var Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, gestur í útvarpssendingi, Nón, har Ingi Rasmussen og hon prátaðu um nýggju vísindagreinina í Politik & Økonomi um kenslubúskapirnar í ríkisfelagsskapinum

Í Føroyum kalla vit ikki blokkstudningin blokkstudning. Vit kalla hann bara blokkin, tí kensluliga dámar okkum ikki studning úr Danmark.

Í Grønlandi vilja tey heldur taka váðan á seg at fara undir urangrevstur, enn í ævir at skula dúva uppá studningin úr Danmark.

Kenslurnar eru mangar í londunum í ríkisfelagsskapinum, og við greinini royna høvundarnir at gera okkum tilvitað um tær, tí tær hava ítøkiligan og kanska størri týdning, enn vit geva okkum far um.

Lesið meira um greinina (og greinina sjálva) her.

Hoyrið Nón, har Ingi Rasmussen ger samrøðu við Maluna Marnersdóttur, her.