Fróðskaparsetur Føroya hevur prógvhandan í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. juni
Brynhild Thomsen
24.06.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Metstórt tal av prógvum frá Setrinum í ár

Ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong prógv sum nú í 2022. 165 hava staðið prógv í ár, og hetta er met

Norðurlandahúsið verður vakur karmur um eitt satt hátíðarhald 24. juni, tá Chik Collins, rektari, fær heiðurin av at handa eina ørgrynnu av nýggjum prógvum.

Tølini frá Lestrarskrivstovuni á Setrinum vísa, at í ár hava 165 kvinnur og menn staðið prógv.

125 hava staðið bachelorprógv, 18 masterprógv og 22 hava staðið onnur prógv, so sum hjánám, ískoytisprógv o.a.

Síðani seinastu prógvhandan á sumri 2021 hava 59 onnur staðið prógv, og hesi verða eisini hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 24. juni. Hetta merkir, at samanlagt hava 224 lesandi staðið prógv á Fróðskaparsetri Føroya seinastu 12 mánaðirnar.

Enn eru tølini fyri hesi 59 ikki útgreinað eftir slagi av útbúgvingum, og tí vísir talvan niðan fyri ikki alla myndina. Til dømis stendur í talvuni, at bara ein hevur staðið bachelorprógv í KT-verkfrøði, men í veruleikanum hava seks fingið hetta prógvið, tá vit hyggja eftir lestrarárinum, tí fimm teirra fingu prógv í seinnu helvt av 2021. Tølini fyri alt lestrarárið verða kunngjørd í næstum.

Stuttligt er eisini, at søga verður skrivað við tað, at hetta er fyrstu ferð, at Setrið útskrivar bachelorprógv í listaligum arbeiði og í løgfrøði.

Prógv til prógvhandanina 24. juni 2022:

21 bachelor í sjúkrarøktarfrøði

5 master í heilsuvísindum

3 master í fólkaheilsu

4 bachelor í føroyskum

1 hjánám í føroyskum

8 bachelor í listaligum arbeiði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)

35 bachelor sum fólkaskúlalærari

28 bachelor sum námsfrøðingur

6 ískoytisprógv fyri lærarar

1 ískoytisprógv fyri námsfrøðingar

14 prógv á masterstigi í námsfrøðiligari útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum

1 bachelor í KT-verkfrøði

1 bachelor í vistfrøði

7 bachelor í búskaparfrøði

12 bachelor í løgfrøði  (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)

1 bachelor í politikki og umsiting

3 bachelor í samfelagsvísindum

4 bachelor í søgu

2 master í politikki og umsiting

4 master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging

4 master í søgu

Tilsamans 165 prógv í 2022

Lesið meira um skránna fyri prógvhandanina her.