27.06.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

Norðurlendskt summarskeið á Føroyamálsdeildini

Í døgunum frá 19. juni til 10. juli eru 19 norðurlendskir studentar á summarskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini.  

Skeiðið í føroyskum er partur av teimum  sonevndu Nordkursskeiðunum, sum verða hildin í øllum Norðurlondum frá mai til august.

Studentarnir í ár eru úr Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Hetta eru í høvuðsheitum studentar, sum lesa mál og bókmentir á norðurlendskum universitetum. Útlendskir skiftisstudentar í Norðurlondum eru eisini við.

Á heimasíðuni hjá Nordkurs stendur soleiðis um endamálið: Målet med Nordkurs er at give studerende i Danmark, Norge, Sverige, Finland, Island, Grønland og Færøerne mulighed for at blive klogere på nordisk sprog, litteratur og kultur i løbet af sommeren.

Endamálið við skeiðinum í føroyskum er lutvíst at læra studentarnar føroyskt: mállæru, bendingar, framburð, orðatilfar, at siga einfaldar setningar og at skilja føroyskt. Eitt annað endamál er at kunna um føroyskt sum eitt norðurlendskt mál og hvat, ið eyðkennir tað samanborið við grannamálini. Stutt sagt er endamálið at veita innlit í og um føroyskt.

Studentarnir fáa stuðul úr heimlandinum til ferð og uppihald, meðan tað er Norðurlendska ráðharraráðið, sum rindar fyri sjálvt skeiðið, t.e. læraralønir, fyri sosial tiltøk o.s.fr. Universitetini í netverkinum hava gjørt av, at studentarnir kunnu nýta hesi skeiðini sum part av lestrinum í heimlandinum.

Studentarnir, sum koma til Føroya, verða býttir sundur í tveir flokkar: Ein fyri tey við ongum fortreytum og ein flokk fyri tey, sum hava okkurt slag av fortreytum í norðurlendskum málum ella almennum málvísindum.

Undirvísing er fyrrapart kl. 9-12, og seinnapartin kl. 13-15 eru ymisk sløg av venjingum. Umframt undirvísing eru fyrilestrar á skránni um t.d. søgu, málsøgu, bókmentir og listasøgu. Útferðir verða gjørdar undir Vestmannabjørgini og til Skúvoyar. Vitjað verður úti á Reyni, á Listasavninum og á Tjóðskjalasavninum, har høvi er at síggja miðaldarhandritið Kongsbókina, har Seyðabrævið er at finna.

Lærarar eru Lena Reinert, BA í føroyskum og vísindaligt hjálparfólk á Føroyamálsdeildini, og Randi Kúrberg, MA í føroyskum.

Studentarnir gista á Háskúlanum.

Tann 10. juli um kvøldið er endaveitsla.