
Søkið útbúgvingarstuðul úr minnisgrunni
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.
Endamál grunsins eru:
- At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale
- at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina
- at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt
- í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.
Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2022, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn august mánaði er farin.
Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.
Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.
Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
-
25.01.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj grein um lán av lógum og stovnumBárður Larsen vísir í nýggju greinini á, at neyvan slepst un...
-
23.01.2023 Setrið FøroyamálsdeildinMeldið til stakskeið á FøroyamálsdeildiniUmsóknarfreistin til at søkja pláss á stakskeiðum á Føroyamá...
-
23.01.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTøk pláss á skeiði í mannarættindumPláss eru eftir til stakgreinalestur á nýggja mannarættindas...