Her vitjar arbeiðsbólkurin Glasir. Á myndini síggjast Rúna í Skála, starvslærusamskipari á NÁD, Hans Harryson, útbúgvingarleiðari á NÁD, Gitte Gorm Larsen, starvslærusamskipari á UCL og Poul Kristensen, internationalur koordinatur á UCL
Hans Harryson
02.12.2021
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Starvslæran á læraraútbúgvingini á breddan

Læraralesandi úr Danmark koma higar at læra, og lesandi á læraraútbúgvingini í Føroyum fara til Danmarkar at læra

Námsvísindadeildin og UCL Fyn (t.e. læraraútbúgvingin í Odense) gjørdu undan summarsteðginum eina samstarvsavtalu, ið hevur til endamáls at fáa undirvísarar og lesandi á báðum útbúgvingarstøðunum at læra hvør av øðrum og at samstarva - serliga um starvslærupartin á læraraútbúgvingin.

Í síðstu viku vóru tvey umboð úr Odense á arbeiðsferð í Føroyum. Umframt fundarvirksemi á Námsvísindadeildini vitjaðu donsku gestirnir Eysturskúlan, Skúlan við Streymin, Skúlan av Fløtum og Glasir.

Í februar mánaði næsta ár fara tey fyrstu føroysku læraralesandi í starvslæru í Odense. Hesi eru Fríði Stenberg Olsen, Sigrun Magnussen og Rakul Hentze, ið hava ítrótt sum linjugrein, og Páll Magnus Dam og Sunnleyg Joensen, ið hava søgu sum linjugrein.

Tey lesandi skulu vera í Danmark í 6 vikur, og miðskeiðis í starvslæruskeiðinum fara Oddur á Lakjuni og Helgi Winther Olsen, ið eru nýggir undirvísarar á Námsvísindadeildini, at vitja tey lesandi og at fundast við danskar starvsbrøður.

Samstarvið millum Námsvísindadeildina og UCL Fyn er fíggjað av Norðblus, og báðir partar vænta, at samstarvið fer at kasta nógv av sær.