Rakul Skaale Andreasen hevur kannað ávirkanina úr enskum, og hon er rættiliga optimistisk (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
15.05.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

- Tey ungu virðismeta føroyskt

Børn og ung verða ávirkað av enskum, men Rakul Skaale Andreasen, sum í dag helt sín MA-fyrilestur, er optimistisk, tí tey ungu virðismeta føroyskt

- Ja, eg eri optimistisk um málsligu framtíðina, tí kanningarnar hjá mær vísa, at tey ungu virðismeta føroyskt, og at tey vilja halda fast í tí føroyska.

Tað sigur Rakul Skaale Andreasen, sum seinnapartin í dag helt sín MA-fyrilestur um ávirkanina ur enskum.

Fyrilesturin var í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, og dómsnevndin var við, saman við einum avmarkaðum tali av áhoyrarum vegna COVID-19-støðuna.

Rakul Skaale Andreasen greiddi frá, at kanningar aðrastaðni vísa, at tá talið av ensktmæltum fólki í einum landi verður 30 prosent, so hendir eitt málskifti: borgararnir í landinum fara frá at tosa sítt mál til at tosa enskt.

Men, sum sagt, so stendur ikki eitt málskifti fyri framman í Føroyum, heldur Rakul Skaale Andreasen, hóast vit eru farin frá at hava "bara" danskt afturat tí føroyska, til eisini at hava enskt sum gerandisfylgisvein málsliga.

- Tá tað er sagt, so mugu vit vera á varðhaldi. Mín politiska áskoðan er, at vit skulu hava undirvísing í føroyskum fyri útlendingar, sum flyta higar. Um tað skal vera eitt krav, at tey eisini skulu standa eina roynd, tað veit eg ikki. Men eitt krav um málsliga undirvísing í føroyskum mugu vit hava, sigur Rakul Skaale Andreasen, sum í dag fekk sítt masterprógv í føroyskum.

Vit ynskja Rakul hjartaliga til lukku!

Fyrilesturin kann síggjast her

Bergur D. Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini handar Rakul MA-prógvið. Hon vísir ikki frá sær møguleikan fyri at granska í føroyskum máli

Malan Marnersdóttir, professari duldi ikki fyri, at hon helt, at fyrilesturin hjá Rakul var góður og hugkveikjandi. Hon hevði fleiri spurningar og var svong eftir meira gransking á økinum

Próvdómararnir hava lurtað eftir fyrilestrinum, verið úti úr Kongshøll eina løtu og umrátt seg, og koma her aftur í høllina við úrskurðinum