Væleydnað streymmáting í Suðuroyarfirði
Týsdagin tók Brimil streymmátaran, sum hevur staðið á botninum í Suðuroyarfirði í 3 mánaðir, uppaftur. Mátingarnar vísa, at á harðasta broddi er rákið harðari enn 7 míl.
Mátarin hevur staðið á umleið 67 m dýpi norður úr Nabbanum á Suðuroynni. Brimil legði mátaran út 21. juni og tók hann uppaftur nú týsdagin 21. septembur. Mátingin er ein liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at kortleggja møguleikarnar at fáa el-orku úr sjóvarfalsrákinum. Fyrr eru líknandi mátingar gjørdar í Skopunarfirði og í Leirvíksfirði.
Harðari enn 7 míl í Suðuroyarfirði
Á vestfalsbroddinum tann 12. august kl. 05:00 vísa mátingarnar, at tað rak gott 7.5 míl. Hetta er harðasta rákið, sum varð mátað á hesum sinni. Suðuroyarfjørður er kendur fyri, at har rekur hart, og óiva eru støð í fjørðinum, har rákið er harðari enn á mátistaðinum.
Næstu dagarnir verða innsavnaðu dáturnar góðskutryggjaðar, og útrokningar av tøku orkuni verða gjørdar. Tað tekur einar 2 - 3 vikur áðrenn hesi úrslitini verða klár.
Granskingarráðið, SEV og FVE stuðla
Granskingarráðið og SEV stuðla verkætlanina fíggjarliga, og Fiskiveiðieftirlitið (FVE) stuðlar verkætlanina við at skip teirra seta streymmátarar út og taka teir upp aftur.
- 15.10.2024 SetriðNýggja Frælsið: SNA átti besta uppskotiðFimm arkitektafeløg komu við uppskoti til Landsverk um at...
- 15.10.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFyrsta ráðstevnan hjá europeiska SjósetrinumNýggi europeiski universitetsfelagsskapurin, EUNICoast, s...
- 13.10.2024 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaframløga á Reinsarínum í kvøldÍ kvøld klokkan 19.30 verður bókin "Frá Kuwait til Kyiv....