University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Váskúli MYND.jpg
Brynhild Thomsen
11.02.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Várskúli um smátjóðir og fyrisiting

Várskúli verður í næsta mánað í fýra dagar við serfrøði um smátjóðir og fyrisiting

Føroyar eru smátjóð í heimssamfelagnum, ið alsamt verður bjóðað av og ávirkað av risarákum og krevjandi trupulleikum.

Trýstið á okkum at arbeiða meira framtíðargrundað verður bara størri, og føroyska fyrisitingin møtir avbjóðingum, men eisini stórum møguleikum.

Á várskúlanum, sum verður á Setrinum frá 23. til 26. mars verða stórir spurningar settir og viðgjørdir: Hvussu skal føroyska samfelagið brynja seg til framtíðina? Hvussu arbeiða vit við óvissu? Hvat eyðkennir eina smátjóð? Hvussu virka vit í altjóða framtíðar politikki? Hvussu sær framtíðar politikksmíð út? Hvussu arbeiða vit við risarákum og senariubygging?

Várskúlin er samstarv millum Stjórnarskúlan hjá landsfyrisitingini og Fróðskaparsetrið, og hann er ætlaður starvsfólki í landsfyrisitingini, lesandi og øðrum áhugaðum.

Fimm ECTS-stig kunnu vinnast.

Evstamark at søkja er 3. mars - umsóknarblað er her.

Les meira um Várskúlan her.

Les meira um skránna her

Skeiðslýsing - Bachelor her

Skeiðslýsing - Master her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Martin Á Frændafundi Mynd Tórshavnar Kommuna

    Rektarin vil hava nýskipanir

  2. Sissal Maria Rasmussen hon vil at HENDAN skal brúkast.jpg

    Sissal framflutt til lektara í máltøku

  3. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking