University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Zoom trygd.jpg

Fróðskaparsetur Føroya hevur eitt serligt hald av Zoom, sum KT-frøðin sigur er trygt at brúka (Foto: B. Thomsen)

Brynhild Thomsen
03.04.2020
Setrið Til lesandi

Zoom er trygt hjá Setrinum at brúka

Fróðskaparsetrið hevur eitt serligt hald av zoom hjá DeiC, sum er partur av almenna danska Forskningsnettet og NORDUnet, ið ger, at dátutrygdin er í lagi og eftir galdandi ES-krøvum

Mongu søgurnar í seinastuni um, at tað ikki hevur verið trygt at brúka zoom sum samskiftismiðil, hevur helst fingið fleiri starvsfólk og lesandi á Setrinum at seta sær sama spurning.

KT-serfrøðingarnir hava tíbetur eitt sissandi svar til hetta: Setrið hevur ikki eitt vanligt hald, sum privatfólk ella virkir hava, men eitt serligt hald, har trygdarviðurskiftini eru í lagi. Avtalan um zoom er millum Setrið og DeiC, sum er Danish e-Infrastructure Cooperation. DeiC er partur av danska, almenna Forskningsnettet og gjøgnum tað eisini partur av NORDUnet.

Hetta ger m.a., at dátutrygdin lýkur EU-krøvini.

DeiC hevur gjørt eina útgreining av støðuni, sum kann lesast her.

Hóast hetta, so mugu øll sjálvandi eisini hava fyrilit fyri vernd av persónsviðkvomum upplýsingum og trúnaðarupplýsingum.

DeiC svarar fleiri spurningum um zoom her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Martin Á Frændafundi Mynd Tórshavnar Kommuna

    Rektarin vil hava nýskipanir

  2. Sissal Maria Rasmussen hon vil at HENDAN skal brúkast.jpg

    Sissal framflutt til lektara í máltøku

  3. Bogi Bech Jensen Nær Mynd Granskingarráðið

    - Vit missa nógva virðismikla gransking