13
des

Kl. 15:00.
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn
Tiltak
Skriva út
Almenn innbjóðing: Rektaraskifti á Setrinum
Á nýggjárinum verður vaktarskifti á rektaragongini á Fróðskaparsetri Føroya, tá Chik Collins leggur frá sær, og Martin Zachariasen tekur við
Í tí sambandi verður almenn hátíðarløta í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn týsdagin 13. desember klokkan 15.
Tá fara vit at takka Chik Collins fyri tað stóra íkastið, sum hann hevur givið Setrinum, síðani hann tók við á heysti 2019, og bjóða Martini Zachariasen vælkomnum.
Røður verða hildnar og okkurt gott verður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fróðskaparsetur Føroya