23
aug



Kl. 09:30. Tiltak

Skriva út

Innleiðsla 2021

Innleiðslan fyri nýggj lesandi byrjar mánadagin 23. august klokkan 9:30 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Tey lesandi møta sindur fyrr fyri at fáa lestrarkort og kunningarmappu.

Í Kongshøll klokkan 9:30 verða tey lesandi boðin vælkomin við røðu og tónleiki.

Síðani fara tey lesandi oman á Svalan, har ymiskir viðkomandi stovnar og fyritøkur (Studni, SSL, Ráð teirra lesandi, MFS, Atlantic Airways o.s.fr.) hava básar, har tey lesandi kunnu spyrja og kunna seg um viðkomandi viðurskifti.

Síðani fara tey lesandi á sína deild klokkan 11. Har møta tey starvsfólki og fáa kunning um útbúgvingarnar, sum tey skulu fara undir.

Dagin eftir, týsdagin 24. august kl. 10-12 í auluni á Námsvísindadeildini verður kunnandi dagur fyri tey nýggju lesandi um KT-skipanir á Setrinum, akademiskan lestur, Landsbókasavnið, Ráð Teirra Lesandi og annað viðkomandi fyri lestrarlívið.

Samansjóðandi dagur verður mikudagin 25. august frá klokkan 9 á deildunum. Hendan dagin fara mentorar (verandi lesandi) at gera ymiskt saman við teimum lesandi og hava hugnaliga samveru.

Fríggjadagin 27. august klokkan 20 verður so endabresturin á innleiðsluni og besta byrjanin uppá lestrarárið: SeturSamanShow í Reinsarínum við pub-quiz (sveiggj-ferðaseðil er vinningur), Swangah spælir tónleik, og Pætur á Borg spælir undir til felagssang. Eisini verður okkurt undirhald í Perlugarðinum.

Tíðspunkt
mánadagur 23. aug., kl 9:30
Longd
23. august til 27. august 2021
Stað