26
apr



Kl. 09:30. Løkshøll, Runavík Tiltak

Skriva út

Kommunuráðstevna í Løkshøll

Týsdagin 26. apríl verður kommunuráðstevna í Løkshøll í Runavík, har føroyskir og norðurlendskir granskarar seta sjóneykuna á kommunur í føroyskum og í norðurlendskum høpi

Á ráðstevnuni verða m.a. varpað ljós á kommunufyrisiting í Føroyum, á føroyskan kommunupolitikk í søguligum høpi og á leiklutin hjá kommunum í lokalari menning.

Ráðstevnan viðger eisini royndirnar frá kommunusamanleggingum í Danmark og Norra, eitt evnið, sum eisini fær ávísa umrøðu í Føroyum.

Framløga verður somuleiðis um norðurlendska granskingarverkætlan, sum Fróðskaparsetri eisini er partur av: Polygov, um kommunala leiklutinum í handfaringini av koronufarsóttini.

Harumframt verður eisini varpað ljós á kommunur í sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum.

Ráðstevnan er skipað í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya, Kommunufelagið, Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Runavíkar kommunu og norðurlendska granskingarnetverkið, Nordiska kommunforskningsföreningen.

Luttøka og tilmelding
Ráðstevnan er fyri øll, sum hava áhuga fyri kommunalum viðurskiftum, og tilmelding krevst fyri at luttaka.

Tilmelding fer fram hjá Dennis Holm, dennish@setur.fo.

Freistin at melda til er hósdagin 21. apríl kl. 16.00.

Skrá:

Kl. 09.30 Dyrnar lata upp, kaffi og te verður at fáa.
Kl. 10.00 Vælkomin - Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í kommunumálum setur ráðstevnuna.
Kl. 10.10 Kommunala skipanin í Føroyum, Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelag Føroya.
Kl. 10.40 Føroyskur kommunupolitikkur í søguligum sjónarhorni, Beinta í Jákupsstovu, adj. professari, Fróðskaparsetur Føroya.
Kl. 11.20 Kommunali leikluturin í lokalari menning, Dennis Holm, námslektari, Fróðskaparsetur Føroya.

Kl. 12.00-13.00 Døgurðasteðgur við fiskasúpan og kaffi & te omaná

Skráin fyri seinnapartin: Aktuell norðurlendsk kommunugransking:

Kl. 13.00 Hvilke effekter har der været af kommunalreformen i Danmark? Kurt Houlberg, professari, VIVE.
Kl. 13.30 Erfaringer fra den norske kommunereform. Jan Erling Klausen, førsteamanuensis, Universitetet i Oslo.
Kl. 14.00 Pandemihåndteringen i Norden. Are Vegard Haug, forsker II, Oslo MET.
Kl. 14.30 Kommuner på självstyrande områden. Siv Sandberg, universitetslärare, Åbo Akademi.

Kl. 15.00 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, endar ráðstevnuna.

Tíðspunkt
týsdagur 26. apr., kl 9:30
Longd
09:30 - 15:00
Stað
Løkshøll, Runavík