
Markleys útbúgving
- Tíðspunkt
- Longd
- Allan dagin
- Stað
- Norðurlandahúsið, Norðari ringvegur, Tórshavn
Stóra árliga tiltakið, Markleys útbúgving, verður í Norðurlandahúsinum 15. september, og sjálvandi verður Føroya einasta universitet, Fróðskaparsetur Føroya, eisini har.
Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak um hægri lestur, sum er ætlað elstu næmingunum í miðnámsskúlunum, men onnur við sama áhuga, eru sjálvandi vælkomin.
Vegleiðingarstovan samstarvar við MFS, Ráð teirra lesandi á Setrinum, Yrkisdepilin og Lestrarvegleiðarafelagið um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.
Undirvísarar og lestrarvegleiðarar frá Setrinum verða á staðnum og kunna um tær mongu og spennandi útbúgvingarnar, sum eru at velja í-
Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.
Lesið meira her.
Og meldið til her.