
Prógvhandan 2023
Klokkan 10 fríggjadagin 23. juni verður prógvhandan í Norðurlandahúsinum og hátíðarhald fyri tey 209, sum hava staðið Setursprógv hetta seinasta árið. Fylgið stroyminum her
SKRÁ
10:00 Martin Zachariasen, rektari, býður vælkomin
10:05 Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, ber fram røðu
10:15 Helma Maria Tróndheim, umboð fyri lesandi, ber fram røðu
10:25 Sigmund V. P. Zachariassen & Sjúrður Tróndheim, ið lesa Tónlist á Setrinum, framføra tvey løg
10:35 Prógvhandan
11:25 Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, ber fram røðu
11:35 Rektarin takkar fyri og øll syngja tvey ørindi í "Landið, eg bar við mær"
11:40 Ábit í forhøllini og myndatøkur
13:00 Liðugt
Landið, eg bar við mær
Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt,
tað livnaði og vaks í mínum huga
tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt
var fyri eyga undurverk at skoða,
tá átti grótið lív og tinnuglóð.
ein stjørnuglæma stóð úr hvørjum broti,
mín sál var gróðrarmikil, kvæm og góð,
so fríð og glað sum grønur keldutroti.
Lívið! Dýra undur eg var lutur av,
eitt ævinleikaboð av magn´ og anda,
sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,
tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,
eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,
í skapninginum øllum tekkja teg
og tær í verki sátt og sømdir bera.
Karsten Hoydal