23
jun



Kl. 09:00. Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Altjóða fiskilóggáva

23. til 25. juni skipar Fróðskaparsetur Føroya saman við Háskúla Íslands og ávikavist lærdu háskúlunum í Tromsø og Utrecht fyri altjóða havrættarráðstevnu í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn

Talan er um eitt stórt átak við meira enn 30 av fremstu serfrøðingunum í altjóða fiskilóggávu og WTO-handilsrætti. Eisini er hetta týðandi liður í menningini av altjóðarættarligu undirvísingini á Fróðskaparsetrinum og tí samstarvi, sum Setrið knýtur við lærdar háskúlar úti í verð.

- Føroyar eru fiskivinnutjóð, og tí er púra náttúrligt, at Fróðskaparsetur Føroya eisini hevur ein týðandi leiklut í altjóðarættarligum málum sum teimum, ið verða viðgjørd á stóru ráðstevnuni. Og á henda hátt kunnu vit gera vart við okkum sum vitanardepil á hesum vísindaliga økinum, sum hevur so avbera stóran týdning fyri okkara búskap, sigur Bjørn Kunoy, adjungeraður professari á Setrinum.

Millum røðararnar eru professarar í altjóða lóg úr Avstralia, Argentina, Japan, Korea, Vietnam, India, Kanada, Bretlandi, Fraklandi og USA. Eisini eru dómarar úr altjóða dómstólum og advokatar.

Lesið meira um ráðstevnuna, skránna og meldið tykkum til her.

Millum tey, sum stuðla ráðstevnuni fíggjarliga, eru Fiskivinnuroyndir, Føroya Reiðarafelag, Felagið Nótaskip, Norðurlandaráðið, Háskúli Íslands og lærdi háskúlin í Tromsø.

Nærri upplýsingar fáast frá Bjørn Kunoy, telefon 556129.

Tíðspunkt
hósdagur 23. jun., kl 9:00
Longd
23. - 25. juni 2022
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn