Kl. 08:30. Smæran Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Arbeiðsmarknaðurin í javnstøðubrillum

Hví eru javnstøða og kyn viðkomandi at tosa um í sambandi við uppaling, dagstovnar, børn, frítíð, familjulív, barnsburðarfarloyvi, arbeiðsmarknað og lønarlag?

Hvat er tað sum ger, at menn í Føroyum forvinna 2/3, meðan kvinnur forvinna 1/3 av lønarútgjaldinum? Er tað ein so einføld forkláring, sum at menn arbeiða meira?

Hvat er arbeiði? Og hvat er ólønt arbeiði - alt tað arbeiði, sum vit ikki fáa løn fyri, men sum skal gerast?

Alt hetta og meira aftrat seta Almannamálaráðið og Javnstøðunevndin á skrá mikumorgunin 15. september 2021. Tá verður ráðstevna í Smæruni í Havn um arbeiðsmarknaðin og javnstøðu, har fakfólk og politikarar luttaka.

Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa økið so væl sum til ber. Vónin er at finna fram til, hvussu vit - sum samfelag - kunnu tryggja best møguligu karmar fyri okkara børn og ungu at mennast, og fyri okkara familjur, borgarar og arbeiðsfólk at trívast.

Tiltakið mikudagin 15. september í Smæruni byrjar klokkan 8:30 við einum kaffimunni og endar klokkan 12.

Tríggjar framløgur verða um trý spennandi evni:

Ivonna Johansen, ph.d lesandi í barndómi og kyni og námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, um børn, menning og javnstøðu.

Erika Hayfield, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at tosa um/perspektivera familjupolitikk, kyn og arbeiðsmarknað.

Kári Holm Johannesen, sosiologur og deildarleiðari á Hagstovuni, um arbeiðsmarknaðarhagtøl og kyn.

Eftir hvørja framløgu fara politikarar og fakfólk at kjakast um evnið.

Óluva Zachariasen verður orðstýrari.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin!

Tað er ikki neyðugt at melda til, men fyrireikararnir vilja fegin hava tykkum at geva eitt prei, um tit koma. Tað kunnu tit gera á kristjan@amr.fo

Tíðspunkt
mikudagur 15. sep, kl 8:30
Longd
8.30 - 12.00
Stað
Smæran