5
okt



Kl. 09:00. Norðurlandahúsið Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Havsúgdjór sum mattilfeingi

5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um ráðstevnu hjá NAMMCO um havsúgdjór sum mattilfeingi

Ráðstevnan kallast Marine Mammals: A Sustainable Food Resource, og á skránni eru veiðifólk, kokkar, embætis- og vísindafólk, sum fara at røða og skifta orð um leiklutin, sum hvalur og kópur hava sum burðardyggar føðikeldur og í matmetanum í norðurhøvum og kring um í heiminum nú og komandi.

Ein partur av ráðstevnuni verður eitt serligt matlistarligt tiltak, har kokkar úr ymsum londum fara at borðreiða við rættum við hvali og kópi og vísa, hvussu hetta tilfeingið kann nýtast á nýggjan gastronomiskan hátt.

Kostnaður fyri lesandi og almenningin er 500 krónur, og fyri vísindafólk 1000 krónur. Íroknað prísin er matkvøldið, sum verður hóskvøldið 6. oktober.

Meira kunning og skrá er á heimasíðuni hjá NAMMCO her.

Melda til ráðstevnuna her.

Tíðspunkt
mikudagur 5. okt., kl 9:00
Longd
5. og 6. oktober 2022
Stað
Norðurlandahúsið