30
nov



Kl. 10:00. Hotel Brandan, Oknarvegur 2 Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Tøgn og harðskapur í norðri

Komið og lurtið!

Vit bjóða vísindafólkum, studentum, rithøvundum og listafólki at koma og lurta eftir framløgunum, sum eru á enskum. Tað er ókeypis at lurta – áhoyrarar mugu tó rinda fyri miðmála.
Tað er neyðugt at tekna seg, tí plássið er avmarkað. Tey, sum tekna seg, fáa neyvari skrá sendandi. Tekna teg við at senda teldupost til malanm@setur.fo. Freist at tekna seg er mánadagin 28/11 kl 12.00. Viðmerk navn og um tú ynskir miðmála ella ei (120 kr, egið gjald). 

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Brandan, Oknarvegur 2, 100 Havn.

Kvirra og tøgn teljast millum tey fremstu eyðkennini í hugmyndum um Norður og eru úrslit av eini meira ella minni ímyndaðari fatan av, at norður er ovurstórt, kalt, kavaklætt, stormbart, hvítt, vatnrætt, ævigt og uttan sjónlig ýti. Stutt sagt, mentanir í vesturheiminum skilmarka norður sum fólkatómt.

Á ráðstevnuni kann vit sambond millum “kvirru, tøgn og harðskap” í Norðri og Arktis í skaldsligum og mentanarligum lýsingum, í søgufrøðiligum tekstum og

Ráðstevnan er úrslit av samstarvi millum Université du Québec og Fróðskaparsetrið og verður á Hotel Brandan í Havn. Hon er tann 17. altjóða ráðstevnan, sum Altjóða starvsstovan fyri gransking í hugmyndum um Norður, vetur og tí arktiska á universitetinum í Québec í Montreal, Kanada, skipar fyri.

Vísindaligu skráin hjá Altjóða starvsstovuni fyri gransking í hugmyndum um Norður Québec-universitetinum í Montreal er “norður” at skilja í breiðari merking sum økið runt um Norðpólin. Fatanin er lýst í ritinum Hvat er tað ímyndaða norður. Etiskar grundreglur eftir Daniel Chartier. Tey, sum tekna seg, kunnu fáa hana frá Maluni Marnersdóttur.

Fyriskiparar eru Daniel Chartier, professari á Université du Québec í Montréal, og Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit takka Norðurlendska ráðharraráðnum, Føroyamálsdseildini, le Ministère québécois des Relations internationales et de la Francophonie, grunninum Belmont Forum og verkætlanini “NICH-Arctic”, universitetinum Université du Québec í Montréal, Énergir og Sentrinum fyri universitetsrannsóknir í bókmentum og mentan í Québec fyri stuðul til ráðstevnuna.

PROGRAM – PROGRAMME – SKRÁ
Skráin er á enskum, fronskum og føroyskum – framløgurnar verða á enskum

WEDNESDAY November 30.

10.00
Welcome and introduction – Malan Marnersdóttir og Daniel Chartier.

10.30
Daniel Chartier: Silence, one of the main components of the imagined North
Le silence, un signe de l’imaginaire du Nord
Tøgn, eitt høvuðseyðkenni fyri tað ímyndaða norður.

11.00
ETNOGRAPHIC OBSERVATIONS – ETNOGRAFISKAR EYGLEIÐINGAR
Jan Borm : From starry silence to the unsaid in the new story by Jean Malaurie.
Du silence sidéral aux non-dits dans le nouveau récit de Jean Malaurie De la pierre à l’ame.
Tøgn og tað ósagda í nýggjari frásøgn hjá Jean Malaurie De la pierre à l’ame – Steinurin í sálini.

11.30
ART, MEDIA AND SILENCE – LIST, MIÐLAR OG TØGN
Paul Landon : Mapping silence in the North – Media Art Practices.
Kortleggja tøgn í Norðri – miðlar og list.

12-13 LUNCH - MIÐMÁLI

13.00
SILENCE IN LITERATURE I – TØGN Í BÓKMENTUM I
Piet Lincken : Une poésie du « retrait » : lorsque se retirer du bruit du monde est une forme morale de ‘résistance’. W. Heinesen, E. Södergran, K. Boye, Gunnar Gunnarsson, S. Clausen
Afturtøkuyrking: At taka seg burtur úr heimsins gangi sum eitt slag av moralskari ‘mótstøðu’.

13.30
Henning Howlid Wærp : The sound of animal societies in the Arctic. Otto Sverdrup’s New Land. Four Years in the Arctic Regions (1903).
Djóraljóð í Arktis í bókini New Land. Four Years in the Arctic Regions (1903) eftir norska høvundin Otto Sverdrup.

THURSDAY December 1.
SILENCE IN LITERATURE II – TØGN Í BÓKMENTUM I
10.00
Bergur D. Hansen : Mental disease and silence in the Far North –
Sálarsjúka og tøgn í norðasta Norðri.

10.30
Paula Gaard : Silence and verbal violence in Faroese literary criticism.
Tøgn og málsligur harðskapur í føroyskum bókmentaummælum.

11.30
Fréderique Toudoire-Surlapierre : “Silence is againts us”. Violence and insularity in the
novels of N. Korneliussen and J. Nielsen.
“Tøgnin er ímóti okkum”. Harðskapur og avbyrgdleiki í skalsøgum eftir N.
Korneliussen og J. Nielsen.

12-13 LUNCH – MIÐMÁLI

13.30
Diane Gauthier: The relay voices: between silence and testimonies of violence
Les voix relais : Entre silence et rémoignage de la violence.
Røddir millum støðir – millum tøgn og vitnisburðir um harðskap.

14.00
Malan Marnersdóttir – Narrated silence – At fortelja tøgn

 

Tíðspunkt
mikudagur 30. nov, kl 10:00
Longd
Mikudag 30. nov 10-15 og hósdag 1. des 10-15
Stað
Hotel Brandan, Oknarvegur 2