Kl. 23:59. Føroyamálsdeildin Tiltak

Skriva út

Stakskeið á Føroyamálsdeildini várið 2020

Talan er um skeið, ið eru partur av útbúgvingunum Listaligt arbeiði og BA/MA í Føroyskum.

Listaligt arbeiði:

Skeiðini eru á BA-stigi, har treytirnar fyri upptøku eru miðnámsprógv ella samsvarandi:

1641.20 Always Coming Home: Laboratorium fyri vistgreining, posthumanismu og nýggja materialismu innan list 5 ECTS (vika 13-20. Undirvísari: Kim Simonsen)

1644.20 Tónleikur og modernitetur - týðandi listarák í 20. øld 5 ECTS (vika 6-12. Undirvísari: Knút Háberg Eysturstein)

Føroyskt:

Skeiðini í vár eru hesi á BA, har treytirnar fyri upptøku eru:

  • Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).

1367.20 Verkhugtakið 10 ECTS

1368.20 Gev mær styrki. Narrative Medicine og bókmentir sum tilfeingi hjá sjúkum og syrgjandi 10 ECTS

1369.20 Pragmatikk 10 ECTS

1370.20 Nútíðarføroyskt – Fonologi og morfologi 10 ECTS

og á MA, har treytirnar fyri upptøku eru:

  • Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum  ella  samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).

1467.20 Verkhugtakið 10 ECTS

1468.20 Gev mær styrki. Narrative Medicine og bókmentir sum tilfeingi hjá sjúkum og syrgjandi 10 ECTS

1469.20 Pragmatikk 10 ECTS

1470.20 Nútíðarføroyskt – Fonologi og morfologi 10 ECTS

Til ber eisini at melda seg til stakskeið á fyrra parti av BA. Sí námsskipan bls. 10ff.

Prísurin fyri skeiðini er 200 kr./ECTS

Tilmelding til stakgreinalestur fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst HER. 

Umsókn og skjøl skulu sendast til fmd@setur.fo.   Umsóknarfreistin til várhálvuna er 20. januar 2020.

Leinki til tímatalvur, ið vísa nær og hvar undirvísingin er:

Listaútbúgvingin á FMD   FMD-framhald   FMD-byrjanarskeið

Tíðspunkt
mánadagur 20. jan., kl 23:59
Longd
ein lestrarhálva
Stað
Føroyamálsdeildin