Skriva út

Um Setrið

Ein lærdur háskúli og granskingardepil

Fróðskaparsetur Føroya er okkara universitet og virkar sum sjálvstøðugur almennur stovnur, óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.

Endamálið er í einum at menna granskingina og dygdina í undirvísingini, umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing og útbúgving á Fróðskaparsetrinum.

Tann 1. august 2008 var ein søguligur dagur hjá Fróðskaparsetri Føroya, tí henda dag vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og Søgu- og samfelagsdeildin), løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.

Talan var tá um, at Løgtingslóg nr 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya varð sett í verk. Hendan varð aftur broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012.

Stovnurin er í høvuðsheitum alment fíggjaður, tvs. at stovnurin fær eina árliga játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Seinnu árini eru fleiri eksternt fíggjaðar verkætlanir settar í verk. Her er talan um bæði ph.d. og aðrar granskingarverkætlanir, sum verða fíggjaðar av Granskingarráðnum, Forskningsstyrelsen, oljufeløgum o.s.fr.

Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.