Skriva út
Kunning
Her er almenn kunning, har til ber t.d. síggja faldarar um útbúgvingarnar á Setrinum, finna greinar hjá vísindafólkum og lesandi, sum hava staðið í greinarøðum í føroyskum bløðum, sjónvarpsfyrilestar frá Spekisendingunum, yvirlit frá ritgerðakappingum, myndir av Setrinum eins og at síggja sjónbond um Setrið, sum eru gjørd í ymiskum høpi.
Samband
Samskiftis- og kunningarøkið á Setrinum verður í løtuni røkt av Brynhild Thomsen og Martini N. Simonsen, sum altíð eru til reiðar at svara fyrispurningum, sum viðvíkja viðurskiftum á Setrinum, og at beina fólk víðari til rætta viðkomandi.
Set teg í samband við Brynhild (brynhildt@setur.fo/+298 292517) ella Martin (martins@setur.fo/+298 293949).