Skriva út

Bygnaður

Leiðsla, fyrisiting og deildir

Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at: "Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."

Leiðsla

Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.

Sigurd í Jákupsstovu varð settur í starv sum rektari 1. september 2011 - í fyrstu atløgu í fimm ár. Skeið hansara er longt við trimum árum, soleiðis, at hann er settur rektari fram til 31. august 2019.

Miðfyrisitingin er á Setursskrivstovuni, har Johan Ísak Suni Hansen er fyrisitingarstjóri.

Í tíðarskeiðinum 1. august 2017 til 31. juli 2020 eru niðanfyristandandi settir sum dekanar.

  • Bergur D. Hansen, dekanur fyri Føroyamálsdeildina
  • Hans Andrias Sølvará, dekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina 
  • Hans Pauli Joensen, dekanur fyri Náttúrvísindadeildina
  • Magni Morh, dekaur fyri Sjúkrarøktarfrøðideildina
  • Erla Olsen, dekanur fyri Námsvísindadeildina

Deildir

Umframt miðfyrisitingina er talan um fimm deildir, :

Føroyamálsdeildin:

  • Bergur D. Hansen, dekanur
  • Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðari í Føroyskum máli og bókmentum

Námsvísindadeildin:

  • Erla Olsen, dekanur 
  • Poul F. Guttesen, útbúgvingarleiðari fyri Læraraútbúgvingina
  • Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari fyri Námsfrøðingaútbúgvingina

Søgu- og samfelagsdeildin:

  • Hans Andrias Sølverá, dekanur
  • Erling Isholm, útbúgvingarleiðari í Søguvísindi
  • Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðari í Samfelagsvísindum
  • Jóannes Jakbosen, útbúgvingarleiðari í Búskaparfrøði
  • Erika Anne Hayfield, útbúgvingarleiðari í Masterlæru í søgu- og samfelagsvísindum
  • Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari í Løgfrøði
  • Hallbera West, útbúgvingarleiðari í West Nordic Studies

Náttúruvísindadeildin:

  • Hans Pauli Joensen, dekanur
  • Hannes Gislason, útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði
  • Bárður Niclasen, útbúgvingarleiðari í Orku og umhvørvisverkfrøði
  • Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari í Lívfrøði

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi:

  • Magni Mohr, dekanur
  • May-Britt Skoradal, varadekanur
  • Annemi Joensen, útbúgvingarleiðari í Sjúkrarøktarfrøði
  • Marin Strøm, útbúgvingarleiðari í Fólkaheilsu
  • Ása Róin, útbúgvingarleiðari í Heilsuvisindi