Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar
- lestrarárið 2023-2024
Komandi lestrarár verður møguligt hjá námsfrøðingum at menna sínar førleikar at taka móti og vegleiða lesandi í starvslæru.
Skeiði er á 10 ECTS og undirvíst verður áleið einaferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.
Kostnaður fyri skeiðið er 14.000 kr.
Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur 2 ára starvsroyndir innan námsfrøðiliga økið.
Um hetta er nakað fyri teg, so er møguligt at søkja her.
Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.
Umsóknarfreistin er 1. oktobur 2023.
Starvslæruvegleiðaraskeiðið byrjar í oktober 2023 og endar í juni 2024:
Vika: |
Evnið: |
Dato: |
Tíð: |
43 |
Innleiðsla
|
Fríggjadag 27. okt 2023 |
8.30 - 14.00 |
46 |
Tann grundleggjandi relatiónsførleikin í vegleiðingini. Samskiftishættir |
Fríggjadag 17. nov 2023 |
9.00 - 14.00 |
49 |
Vegleiðingin – ástøðiliga tilgongdin.
|
Fríggjadag 8. des 2023 |
9.00 - 14.00 |
5 |
Tað etiska grundarlagi í eini starvslærulesandi/vegleiðara relatión – metingartilgongdin í vegleiðingin - cases |
Fríggjadag 2. feb 2024 |
9.00 - 14.00 |
8 |
Eftirmeting – ástøðiliga tilgongdin. |
Fríggjadag 23. feb 2024 |
9.00 – 14.00 |
12 |
Starvslæran í praksis: |
Fríggjadag 22. mars 2024 |
9.00 - 14.00 |
14-19 |
Starvslæra |
|
|
20 |
Próvtøkufyrireiking |
Fríggjadag 17. mai 2024 |
9.00 - 12.00 |
22 |
Framløgur |
Kemur seinni |
Kemur seinni |
Um tú hevur spurningar ella ivamál um eftirútbúgvingina, so er tú vælkomin at venda tær til Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo.