Áhuga í Verkfrøði?
Tekur tú Verkfrøði á Setrinum, fært tú eina breiða verkfrøðiútbúgving, ið harafturat hevur høgt støði í stødd- og alisfrøði. Hetta førir við sær, at nógvir víðari útbúgvingarmøguleikar innan verkfrøði, vísindi og tøkni standa tær opnir úti í heimi. Fyri at geva eina ábending á, hvat hetta merkir, kunnu vit hyggja at, hvar eldri lesandi eru farin eftir loknan lestur (hesi hava havt hvat svarar til orkulinjuna á Verkfrøði)
Hvar eru fyrrverandi lesandi farin?
- Byggivinnuna í Føroyum
- Geovísindi og rúmdartøkni, Danmark
- Kjarnorkuvísindi, Bretlandi
- Orkutøkni, sergrein innan bygningar og orku, Danmark
- Orkutøkni, sergrein innan elskipanir og háspenning, Danmark
- Orkutøkni, sergrein innan termiska orku og stýringum, Danmark
- Veðurfrøði, Føroyar og Norra
- Aðrar vinnur í Føroyum
Við endan av útbúgvingini liggur starvsvenjingin. Hendan gevur tær møkuleika í hálvt ár at royna í verki longu sum lesandi, hvussu tað er at virka í vinnuni sum verkfrøðingur. Hetta gevur tær tínar fyrstu viðkomandi fakligu arbeiðsroyndirnar, ið tú kanst skriva á egið CV longu við loknan lestur.
Fyrrverandi lesandi fingið starvsvenjing á t.d.
- Jarðfeingi
- Orkudeildin á Umhvørvisstovuni
- Magn
- Martin Leo Ráðgevarar
- SEV
- SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar
- Tórshavnar Kommuna
Síðsti partur av útbúgvingini er bachelorritgerðin, har tú í hálvt ár fært møguleikan at granska í viðurskiftum, ið tú hevur áhuga fyri. Hetta verður gjørt í samstarvi við viðkomandi persónar, virkir og stovnar. Higartil hevur tað verið rættuliga ymiskt, hvat lesandi hava tykist við. T.d. kann nevnast
Egin kanning av t.d.
- Hvussu er við luftdálkingini í Havn?
- Hvussu er trygdini í føroyskum tunlum?
- Er jarðhiti ein góð loysn, og eru summi øki betri enn onnur?
- Hvar er besta stað at seta eina vindmyllulond í norðuroyggjum?
- Hvussu skjótt hevði ein battarískipan til Teistan spart seg innaftur?
- Hvussu ávirkar veðrið hitatørvin í Føroyum?
- Er føroyska byggireglugerðin í trá við orkumálini?
- Hvussu kann fjarhitin í Tórshavn optimerast?
- Loysir tað seg at gera nýggjar ljósskipanir í eldri bygningum?
Hevur tú áhuga, men veitst ikki, hvat tú skalt velja av hesum, orku, el ella bygging?
Hetta er eingin trupulleiki. Øll lesa somu fakini fyrstu 2 árini, áðrenn linjan verður vald.
Tú hevur haft innleiðandi skeið í orku, el og bygging, áðren tú skalt velja. Hetta ger avgerðina nógv lættari.
Hevur tú onkran spurning?
Skriva so til mín á jarih@setur.fo ella ring til mín á telefon 292578
Vit hoyrast/skrivast :)
Vinarliga
Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðari