2437.15 - Fíggjarrættur


Skeiðsnummar
2437.15
Heiti
Fíggjarrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita luttakarunum innlit í tær lógir og reglur, sum knýta seg at fígging av feløgum, upptøku av láni og trotarættarligum viðurskiftum hjá feløgum v.m. Komið verður eisini inn á felagsrættarligar og skattarættarættarligar spurningar, ið stinga seg upp í sambandi við fígging av feløgum. Skeiðið lýsir ymisku hættirnar at fíggja fyritøkur, sum eru mest vanligir, og fyrimunir og vansar valinum teirra millum.
Innihald
Skeiðið byrjar við lýsing av grundhugtøkum í kapitalfelagssrættinum, herundir hvørji sløg av feløgum, ið eru serliga viðkomandi. Hildið verður á við lýsing av trupulleikum og avbjóðingum, ið fyritøkur vanliga hava í sambandi við fígging av framleiðslu, handli ella tænastuvirksemi. Síðan verða gjøgnumgingin mest vanligu sløgini av entreprisutransportum. Tá fyritøkur mangan geva veð í krøvum, verða reglur um factoring og fígging gjøgnum skipan av konsernum gjøgnumgingnar. Eisini verða reglurnar um undirveð og veð í leysafæ gjøgnumgingnar. Leasing, sum er ein vanligur háttur at fíggja fyritøkur, verður eisini gjøgnumgingin. Eftir gjøgnumgongd av grundleggjandi sløgunum av fígging verður eisini evnið kredittkeyp viðgjørt. At enda verða gjøgnumgingnar reglur um fíggjartrot (konkurs), treytir fyri at koma undir trotabúaviðgerð og at veðtryggja krøv móti trotabúnum.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Møguliga verða studentaframløgur eisini.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu kunna: - Duga at greiða frá mest vanligu sløgum av fígging og fyrimunum og vansum givið ymiskar støður og fortreytir. - Kunna greina løgfrøðiligar ósemjur í sambandi við ymiskar fíggjarhættir, serliga í mun til viðurskifti við triðjamann. -Duga at lýsa menningina av rættarstøðuni innan fíggjarrætt, eitt nú við at samanbera reglurnar um factoring við virkisveð og fígging gjøgnum skipan av konsernum. - Duga í ítøkiligum málum at lýsa samansettar og avbjóðandi løgfrøðisligar spurningar í sambandi við ognarrættarligar og fíggjarrættarligar ósemjur. - Grundað á verandi dómspraksis at kunna gera metingar um møguligar loysnir á enn ikki avgjørdum fíggjarrættarligum trupulleikum. - Vera før fyri at lýsa loysnir á ein samanhangandi og skipaðan hátt , ið gevur fatan av at hava yvirlit yvir týðandi spurningar innan fíggjarrætt, ognarrætt v.m. -Miðla og orða vitan innan fíggjarrætt og leggja fram bæði skrivliga og munnliga merkt av greiðari fakligari fatan.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum) Munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kravdur lesnaður er uml. 500 síður av hesum tilfari: Erik Werlauff og Lennart Lynge Andersen, Kreditretten, 6. útg., KarnovGroup, 2014, kap. 1-5, kap. 6. pkt. 4. og kap. 7. pkt. 1., 2. og 9. Noe Munck, Lars Hedegaard Krisensen og Jørgen Nørgaard, Selskabsformerne – lærebog i selskabsret, 3. Útg., Jurist- og Økonomiforbundets Forlag 1997, kap. 1 Konkurslógin, Karnov við viðmerkingum,§ 17, § 18, § 20, §§ 85-88 og § 91. Peter Mortensen, Virksomhedspant og fordringspant – en kort oversigt til studiebrug, 1. udgave, 2005, 30 síður.
Ábyrgd
Bárður Larsen