2461.20 - Kirkjurættur


Skeiðsnummar
2461.20
Heiti
Kirkjurættur
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er ætlað løgfrøðilesandi við loknum bachelorprógvi. Eisini onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu luttaka.
Endamál
Skeiðið skal geva lesandi tilvitsku og kunnleika um føroyska kirkjuskipan og -embætisførslu.
Innihald
Høvuðsevni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru hesi: • Fólkakirkjan sum trúarsamfelag: játtanargrundarlag og læra, løggilding og kirkjulig umsjón, trúarfrælsi og samvitskufrælsi • Limaskapur: rættindi og skyldur • Skipan: sókn, prestagjald, próstadømi, biskupsdømi, samstarv • Stjórnarviðurskifti: kirkjuráð, próstadømisráð, stiftsstjórn, løgting og landsstýri, fyrisitingarlógin • Fíggjarviðurskifti: kirkjukassin, kirkjuskattur, kirkjugrunnurin, landskassastuðul, fíggjarætlan og samráð • Embæti: prestur, próstur, biskupur, setanartilgongd • Starvsfólk: sjálvboðin og lønt • Bygningar: bygging og innrætting, rakstur, nýtsla, friðingarmyndugleikar • Aðrar lógir, eitt nú tænastumannalógin, navnalógin, hjúnabandslógin, halgidagslóggávan • Sjálvbodnir felagsskapir • Onnur trúarsamfeløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Møguleiki verður eisini fyri bólkaarbeiði og framløgu frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • lýsa tað fólkakirkjuliga lógarverkið í síni heild við sínum søguligu og politisku fortreytum • greiða frá tí kirkjuligu lóggávuni við atliti at embætisførslu, starvi og umsiting
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum). Munnlig próvtøka upp á uml. 20 min. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava lestrartilfarið og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í lestrarlistanum. 7-talsstigin – 12,10,7,4,02,00,-3 (A,B,C,D,E,F,Fx).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður latin teimum lesandi. Tilfarið fevnir m.a. um galdandi lógir, kunngerðir og viðmerkingar til lógirnar umframt brot úr hóskandi kirkjurættarligum verkum – tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen