6106.23 - ES-rættur


Skeiðsnummar
6106.23
Heiti
ES-rættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í ES-rætt og ES-stovnar við serligum atliti til teir partar av ES-rætti, sum eru týðandi fyri Føroyar sum samstarvspartur við ES. Millum hesi eru serliga tey fýra frælsini eins og tær serstøku avtalur, sum eru gjørdar millum Føroyar og ES.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: - Søguligt bakstøði og uppruna til ES. - ES-sáttmálarnar, og hvussu hesir eru mentir gjøgnum tíðina. - Danska grundlógin og grundleggjandi náttúran í ES-skipanini. - ES-stovnar og virki teirra: Europeiska Ráðið, Ráðharraráðið, ES-nevndina, ES-tingið og ES-dómstólin. - ES-lóggávutilgongdina og rættarkeldur í ES-rætti. - Sekundera lóggávu sum fyriskipanir og direktivir. Almenn rættarprinsipp. - Serstakar avtalur, sum gjørdar eru millum Føroyar og ES. - Sambandið millum ES-rætt og innlendis rætt, bæði alment, men eisini, og serliga, sambandið millum ES-rætt og føroyskan rætt. - Tey fýra frælsini, sum skipa felags marknaðin. - EBS og sambandið við ES. - Europeiska dómstólin: Tulking og hátt at skriva úrskurðir. Útvald mál.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Lýsa grundleggjandi hugtøk og keldur í ES-rætti. - Lýsa stovnar undir ES, endamál og virki teirra. - Meta um rættarligar spurningar millum ES og Føroyar. - Greina rættarkeldur og tulkingarhættir hjá ES-dómstólinum og týdningin av ítøkiligum úrskurðum hjá ES-dómstólinum um tey fýra frælsini. - Eyðmerkja rættarspurningar og ymiskar faktiskar umstøður, í ymiskum høpi, viðkomandi fyri ES-rætt. - Meta kritiskt um og skjóta upp ymiskar loysnir fyri ymiskar ES-rættarligar trupulleikar. - Miðla og orða vitan og grundgevingar á fakliga og málsliga góðan og rættan hátt.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis á skeiðnum telur 25% og ein 48 tímar skrivlig heimaroynd, tá skeiðið endar, telur 75%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at báðir partar av royndini eru til staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubókatilfar er Ulla Neergaard & Ruth Nielsen, EU-ret, 8. útg., Karnov Group, 2020 (ella seinasta útgáva). Annað tilfar, sum greinar, úrskurðir og ES-lóggáva og sáttmálatilfar v.m., er tøkt á Moodle netverkinum undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen