Skriva út

Master í leiðslu og skipan

Master in Leadership and Management
  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin
  • Tal á Lesandi 40
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 2000,- fyri hvørt ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðar

Bygnaður

1. partur

Hálvár

Skeið

ECTS

Próvtøka

Endurpróvtøka

Próvdøming

Meting

1.

Persónlig leiðsla

Leiðsla og starvs-fólk

Leiðsla av organi-satión

15

Framløga og kjak

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

2.

Organisatións-mentan

Strategisk leiðsla 

Broytingarleiðsla

15

Framløga og kjak

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

3.

Búskaparstýring fyri

leiðarar

5

Munnlig við fyrireiking

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

3.

Lóg og leiðsla

10

Heimauppgáva (miðvegis) og ein 4 tímar skrivlig

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

Samlað (1/3 + 2/3)

4.

Diplomritgerð á

Masterstigi

15

Framløga við støði í granskingar-design

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

Munnlig verja við støði í ritgerð

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

2. partur

Hálvár

Skeið

ECTS

Próvtøka

Endurpróvtøka

Próvdøming

Meting

5.

Leiðsla og samskifti

7,5

Skrivlig  heimauppgáva

Sama

Innanhýsis

Próvtal

5.

Leiðsla, mikrosamfelag

og alheimsgerð

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

6.

Burðardygg leiðsla

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

6.

Organisatiónsmenning

7,5

Munnlig við støði

í heimauppgávu

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

7.

Granskingardesign 2

10

Framløga við støði

í granskingar-design

Sama

Innanhýsis

Staðið / ikki staðið

8.

Masterritgerð

20

Munnlig verja við støði í ritgerð

Sama

Uttanhýsis

Próvtal

                 

 

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Útbúgvingin er parttíðarlestur og er skipað í undirvísingarvikuskiftum, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart. Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har møguleiki er at steðga, eftir at 1. partur er staðin. Tað gevur rætt til prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.

  1. partur endar við eini masterritgerð, sum gevur rætt til prógv við heitinum: Master í leiðslu og skipan. Sí talvuna omanfyri.

 

Innihald

  1. lestrarhálvár – Modul 1:

Skeiðið er skipað í trý temu, sum tilsamans telja 15 ECTS:

Persónlig leiðsla

Starvsfólkaleiðsla

Leiðsla og organisatión

 

  1. lestrarhálvár – Modul 2:

Skeiðið er skipað í trý temu, sum tilsamans telja 15 ECTS:

Organisatiónsmentan

Strategisk leiðsla

Broytingarleiðsla

 

  1. lestrarhálvár – Modul 3a:

Leiðsla og búskapur

 

  1. lestrarhálvár – Modul 3b:

Leiðsla og lóg

Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Ein partur er um starvsfólkarætt og fyrisitingarrætt, uml. 2/3, og ein um privatan rætt, uml. 1/3.

 

  1. lestrarhálvár – Modul 4:

Diplomuppgávu á masterstigi

Sjálvvalt evni við støði í undanfarnum modulum 1-3 á hesi útbúgving.

Tá ritgerðin er staðin er møguleiki at steðga og fáa prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi (60 ECTS). Eisini er møguleiki at halda fram við Master í leiðslu og skipan.

 

  1. lestrarhálvár – Modul 5:  

Leiðsla og samskifti

Skeiðið inniheldur fleiri analytisk evnisøki í samband við leiðslu og samskifti. Tann lesandi fær innlit í frásjónir um leiðslu og samskifti, sum verður sett í samband við samskiftisuppgávur bæði innanhýsis og uttanhýsis, har ein stovnur ella fyritøka er í samfelagnum.

 

Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð

Skeiðið inniheldur og er bygt á eina røð av temum at greina við, og sum verða sett í samband við tær leiðsluavbjóðingar og møguleikar, sum føroyskar organisatiónir (privat og alment) standa í, tá ið tær skulu fóta sær í einari mikrostøðu, eins væl sum undir árini av uttanhýsis rákum, sum standast av alheimsgerð.  

 

  1. lestrarhálvár – Modul 6: 

Burðardygg leiðsla

Skeiðið inniheldur ymisk fokus á organisatiónir við áherðslu á leiðslu og burðardygd. Skeiðið ger tann lesandi føran fyri at kanna burðardygd í sambandi við organisatiónir og serliga at eyðmerkja leiklutir og samspæl millum etikk, leiðslu og strategi.   

 

Organisatiónsmenning

Skeiðið inniheldur temu, ið verða brúkt til at greina og meta um tørvin at tillaga og brynja organisatiónina í einum torgreiddum og umskiftiligum heimi. Organisatiónsmenning er ein kritisk og vísindalig tilgongd, ið stuðlar leiðslu og starvsfólkum at stýra í einum seinmodernaðum samfelagi.

 

  1. lestrarhálvár – Modul 7:

Granskingardesign 2

Arbeiðið við masterritgerðini er skipað í tveir partar yvir tvær lestrarhálvur. Fyrri partur er “Granskingardesign 2”, har undirvíst verður í verkstovum, har tann lesandi skal gera eitt granskingardesign til masterritgerðina. Skeiðið, granskingardesign 2, skal vera staðið, áðrenn farið verður undir at skriva sjálva masterritgerðina.

 

  1. lestrarhálvár – Modul 8:

Masterritgerðin

Í masterritgerðini verður arbeitt við einum sjálvvaldum evni, ið tekur støði í egnum leiðsluveruleika. Tann lesandi skal verða førur fyri at brúka granskingargrundað tilfar og háttaløg. Hetta fevnir um sjálvstøðugt og kritiskt at reflektera yvir og meta um, hvussu ein víðkað fatan av hugtakinum, fyribrigdinum og ástøðum um leiðslu kunnu gerast viðkomandi. Tann lesandi skal skrivliga og munnliga vísa, hvussu  vitanin frá útbúgvingini stuðlar undir leiðslu í verki. 

 

Próvtøkur

Próvdømingin kann vera við innanhýsis ella uttanhýsis próvdómara. Sí annars námsskipanina og reglur fyri próvtøkur, sum eru at finna á heimasíðu Setursins, í skjalinum: Reglur um próvtøkur Góðkendar av setursráðnum januar 1990.

Próvtøkurnar fyri heysthálvuna liggja í desembur/januar, meðan próvtøkurnar fyri várhálvuna liggja í mai/juni. Endurpróvtøka av skeiði, sum ikki er staðið, kann væntast ávikavíst at liggja í august/septembur ella í januar/februar.

 

Upptøkutreytir

Upptøkukrøv er bachelorútbúgving.

Neyðugt er at hava nøktandi málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Undirvísingin verður í høvuðsheitum á føroyskum, meðan undirvísing á donskum ella enskum kann verða neyðug, um serligar umstøður gera seg galdandi.

 

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur møguleika til starv innan leiðsluøkið í organisatiónum og fyritøkum í tí almenna og privata geiranum. Útbúgvingin gevur førleikar í at menna organisatiónir og at luttaka í undirvísingarvirksemi innan leiðsluøkið.

 

Framhaldandi útbúgving

Master í leiðslu og skipan kann geva møguleika til víðari lestur á Ph.D.-stigi.

 

Umsókn

Umsóknarblaðið er at finna HER og tú finnur tað saman við einari leiðbeining HER. Umsóknarfreistin er 1. juli 2021 fyri upptøku heystið 2021.

 

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Súsannu Olsen, útbúgvingarleiðara, susannao@setur.fo ella +298 299434

Skeiðslýsingar
Meira
Vikuætlan

Frá 2021 til 2025 deilt á lestrarhálvur

Meira