2421.14 - Føroyskur kommunurættur.


Skeiðsnummar
2421.14
Heiti
Føroyskur kommunurættur.
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í føroyskan kommunurætt, herundir reglur og mannagongdir um skipan og virki hjá kommunustýrinum, óskrivaða rættin um kommunufulltrúina og landsins eftirlit við kommununum, umframt serligu føroysku fyritreytir fyri kommunurætti í víðari merking, sum hava týdning fyri heimildir, tulking og rættindi í mongum høpi.
Innihald
Kommunurættur verður lýstur út frá ymsum heimildarreglur og formligum krøvum, ásetingar í stýrisskipan, kommunulóg, fyrisitingarlóg og fleiri øðrum eins og óskrivaður rættur sum kommunufulltrúin verða greinaði í ljósinum av bókmentum og venju hjá kommunum, eftirliti, kærumyndugleikum og dómstólum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, kjak og uppgávuskriving. Nógvur sjálvlestur krevst.
Læruúrtøka
Málið er, at tey lesandi verða før fyri at: -Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum kommunalrættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu føroyskar kommunur eru skipaðar og hvørjar uppgávur tær hava. -Umrøða og meta um ásetingarnar um kommunur í stjórnarskipan (stýrisskipan og grundlóg), hvønn týdning kommunufulltrúin hevur, og gjøgnum dømi taka støðu til hvussu hesar grundreglur virka. -Meta um og bera fram próvgrundir við støði kommunustýrislógini um kommunala stýrislagið. -Greiða frá, greina og meta um heimildarreglur í serligum heimildarlógum, har kommunur fremja politikkin hjá landinum og eru undirgivnar kæru. -Greina og umrøða ásetingar og grundreglur í fyrisitingarlóg og hvussu hesar leggja karmar um kommunalt virksemi á ávikavist serliga heimilaðum økjum og á økinum hjá kommunalfultrúini. -Greina og seta í perspektiv innihaldsligu kommunalfulltrúina, hvussu hendan virkar sjálvstøðugt og partvíst á teimum økjum, har serligar heimildarásetingar eru ella formligar fyrisitingarligar avmarkingar er. -Umrøða munin millum danska og føroyska lóg og greina nær og undir hvørjum umstøðum danskar bókmentir og donsk venju eru viðkomandi í Føroyum. -Greina venju hjá kommunum sjálvum, kærumstovnum, eftirlitisstovnum og serliga dómstólum, hvørjar karmar hesir skapa og hvussu tulkingarrúmd og ivamál verða avgreidd og í venju. -Greina, hvussu tulking og venja í úrskurðum mennast dynamiskt, og serliga greina undir hvørjum umstøðum ymsar venjur eru møguligar á ymsum økjum og hjá ymsum kommunum og hvørjar fortreytir eru fyri hesum fyri praksisbroyting á økjum við rúmd fyri ymisligari venju. -Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði og góðari fatan av ymsu keldutættunum, stjórnarskipan, tinglóg, grundreglum, dómum og aðrari venju og bókmentum.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara) Munnlig próvtøka. Lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfarssavn. Tilsamans umleið 500 síður eru pensum.
Ábyrgd
Poula Árnadóttir Lervig