2711.10 - Fyrilestur í evni úr masterritgerð


Skeiðsnummar
2711.10
Heiti
Fyrilestur í evni úr masterritgerð
ECTS
2
Innihald
Við fyrilestrinum skal tann lesandi prógva, at hann/hon munnliga dugir at bera fram granskingarúrslit á skilligan og greiðan hátt. Fyrilesturin kann taka støði í høvuðsritgerðini.
Læru- og undirvísingarhættir
Leiðbeining frá sama leiðbeinara sum til høvuðsritgerðina.
Próvtøkuháttur
Fyrilesturin, ið skal verða hildin alment, skal vera 45 minuttir, og verður mettur við próvtalinum staðið/ikki staðið. Uttanseturspróvdøming.
Ábyrgd
Jóan Pauli Joensen