Skriva út

Skeiðini

1. Lestrarhálva


Á fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori, metodologi og tvørfakligum samstarvi. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvu er, at tú kemur at arbeiða við einari ávísari masterlæruverkætlan í einum sokallaðum "praksisfelagskapi". Tú kemur við øðrum orðum at samstarva við onnur lesandi og vísindastarvsfólk á deildini. Fakskeiðini geva tær eina víðkaða innførslu í teori og metodologi, og hetta kemur at stuðla arbeiðsgongdini við masterlæruverkætlanini.

Lestrarhálvan er skipað í 3 partar:

  • 10 ECTS er skeið í Metodologi 1, ið gevur tær epistemologiska og vísindafilosofiska grundarlagið fyri masterlæruskipanina. Hetta skeiðið liggur tí fyrst í lestrarhálvuni og endar við eini skrivligari einstaklinga próvtøku.

  • 10 ECTS eru fakskeið har tú fært innførslu í teoretiska og metodiska grundarlagið í vísindagreinini, sum tú hevur valt. Fakskeiðini eru vanliga samansett av fyrilestrum og kjakbólkavirksemi. Fakskeiðini enda við eini skrivligari próvtøku.

  • 10 ECTS eru sett av til Masterlæruverkætlan. Arbeiðsgongdin við masterlæruverkætlanini byrjar tíðliga í semestrinum og heldur fram alla lestrarhálvuna við eitt nú bólkaframløgum og felags seminarum.

Legg til merkis: ECTS stendur fyri European Credit Transfer System, og er eitt mát fyri, hvussu nógvar tímar ein lesandi samanlagt skal seta av til eitt ávíst skeið. 1 ECTS svarar til millum 25 og 30 tímars arbeiði.

2. Lestrarhálva

Á aðru lestrarhálvu tekur tú skeið innan títt serøki á útlendskum universiteti. Tað er týdningamikið, at tú í samstarv við Masterlærutoymi fert í gongd við at leggja aðru lestrarhálvu til rættis longu í byrjanini av fyrru lestrarhálvu.

  • Onnur lestrarhálva er skipað í 30 ECTS skeið frá útlendskum universiteti


3. Lestrarhálva

Á triðja semestri fert tú i praksislæru/phronetikum.

Hetta merkir, at tú, grundað á avtalu millum teg og ein stovn ella virki, granskar eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis, sum tú eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Harumframt er ein minni partur av lestrarhálvuni ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Tað hevur týdning, at tú arbeiðir aktivt við fyrireiking til serritgerðina longu her. Tískil samskipa vit tína praksislæru soleiðis, at stundir eisini vera til at arbeiða á Setrinum fastlagdar dagar. Harumframt skrivar tú synopsu í metodologi 2, sum skal virka sum grundarsteinur undir sjálva ritgerðina.

Lestarhálvan er skipað í 2 partar:

  • 25 ECTS praksislæra/phronetikum

  • 5 ECTS Metodologi 2


4. Lestrarhálva

Fjórða lestarhálva skrivar tú Masterritgerðina.

Umframt at hvør lesandi fær ein atknýttan vegleiðara, so er eisini skipað fyri seminar, har lesandi fáa høvi at sparra, motivera og stuðla arbeiðsgongdini hjá hvørjum øðrum.

  • 30 ECTS Masterritgerð