Loyvi at viðgera og skráseta tínar upplýsingar

Tá tú søkir um upptøku til lestur á Fróðskaparsetrinum, so verður tú biðin um at geva samtykki til, at vit kunnu viðgera upplýsingarnar, ið tú sendir okkum.

Hetta er neyðugt fyri, at vit kunnu viðgera tína umsókn.

Tá tú sendir umsókn inn gjøgnum elektronsku upptøkuskipanina (upptoka.setur.fo) ella undirskrivar eitt av okkara umsóknarbløðum, so gevur tú samstundis samtykki til, at:

Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
FO – 110 Tórshavn

Ábyrgdarfólk: Rannvá Dávadóttir

...kann brúka skjøl og upplýsingar, ið tú veitir Fróðskaparsetrinum í sambandi við umsókn um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2024. Upplýsingarnar kunnu verða nýttar til viðgerð av lestrarførleika tínum og til hagtøl yvir upptøku.

Fróðskaparsetrið kann goyma upplýsingar tínar upp í 3 ár ella so leingi, sum lesturin tekur. Tekur tú ikki av tilboði um lestrarpláss, so strikar Fróðskaparsetrið tínar upplýsingar í seinasta lagi 1. januar 2025.

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka samtykki títt aftur. Hetta merkir, at umsókn tín og allar upplýsingarnar, ið tú hevur sent okkum, verða strikaðar.

 

Hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar og skrásettar?

Allar upplýsingar, ið tú sendir okkum í sambandi við umsóknina verða skrásettar í upptøkuskipani.

Søkir tú um upptøku til bachelor gjøgnum kvotu 2-skipanina ella til masterútbúgving, verða allar upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri fakligu metingina av umsóknini, sendar einum metingarbólki til viðgerðar. Metingarbólkurin er vanliga mannaður av útbúgvingarleiðara umframt øðrum vísindastarvsfólki á Setrinum. 

Hevur tú á umsóknini sett frámerki undir "Skerdur lestrarførleiki", verða hesar upplýsingar ikki givnar víðari til metingarbólkarnar. Hesar upplýsingar verða einans givnar víðari til lestrarvegleiðingina, um tað vísir seg, at tú fært lestrarpláss og fert undir lesnaðin. 

Hagtøl

Á hvørjum ári ger Fróðskaparsetrið hagtøl yvir upptøkuna út frá umsóknunum, ið eru komnar inn. Hagtøl verða gjørd um tal av umsóknum, býtið millum kvotu 1- og kvotu 2-umsóknir, býtið av umsóknum til útbúgvingar, miðalaldur á umsøkjarum, kynsbýtið millum umsøkjararnar og nær umsøkjararnir hava staðið gymnasialt miðnámsprógv. Tað vil siga, at tað eru ikki nakrar persónligar upplýsingar um teg, sum vit nýta til hagtølini.