KT-supportin, ella KT-tænastan, á Setrinum er fyri øll starvsfólk og lesandi á Setrinum.

Sí upplýsingar um samband til høgru.

Tænastan kann millum annað hjálpa tær við tól- og ritbúnaði, Moodle, setursteldupostinum, studentaportalinum og øðrum teldutrupulleikum beinleiðis knýttum at tínum lesnaði ella starvi á Setrinum.

Fyri tey lesandi ber til at ringja uttanfyri tíðirnar tað vanliga er opið (sí til høgru). Um telefonin ikki svarar, so verður tú ringd/ur uppaftur so skjótt ein supportari hevur møguleika fyri tí.

Fráboðan av feilum
Niðanfyri er nærri kunning um mannagongd í samband við fráboðan av feilum ella ólag á KT skipanum og kervi Setursins, umframt umbønir um aðrar KT-tænastur.

Í høvuðsheitum eru tveir ymiskir møguleikar fyri fráboðan av feilum: 

Vanlig fráboðan av feili (verður sent við telduposti)

  1. Send ein teldupost til KTT@setur.fo, møguliga við avriti til support@formula.fo
  2. Skriva stuttan rámandi tekst um feilin í evnisteigin.
  3. Upplýs: 
    a. Navn og telefonnummar
    b. Lýs trupulleikan so væl sum gjørligt, t.d.
         - Á hvørjari deild/húsi er trupulleikin?
         - Er tað ein ella fleiri brúkarar, sum hava sama trupulleika?
         - Hvat fyri skipan er talan um (t.d. er einki samband við prentaran, tráðleyst samband, office e.t.)?
         - Hvussu vísir trupuleikin seg?  Lýs í orðum og um til ber, so kanst tú seta mynd inn av skíggja, ið vísir feilboð.
         - Hvat hevur tú gjørt fyri at loysa trupulleikan?

Við hesum verður uppgávan/fráboðanin sjálvirkandi skrásett, og starvsfólkið fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.

Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. Í nógvum førum kann trupulleikin loysast við, at KT-vørður yvirtekur telduna úr fjarstøðu.

Starvsfólkið kann eisini svara teldupostinum við meira viðkomandi upplýsing um trupulleikan, ella taka áheitanina aftur.

Telefon (bráðhjálp)

  1. Ring til Formula á 344 100
  2. Starvsfólk hjá Tøkni- og rakstrardeildini hjá Formula svara telefonini og skráseta fyrispurningin.
  3. Brúkarin fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.

Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella hjá Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. 

Aðrar umbønir

Aðrar fráboðanir ella umbønir um tænastur, so sum stuðul í samband við próvtøkur, ráðstevnur og tiltøk annars, skulu sendast til KTT@setur.fo.

Útreiðslur til nýggja útgerð, forrit v.m. skulu játtast av næsta fyrisetta.

KT-tænastan kann ikki átaka sær upplæring av starvsfólkum i grundleggjandi KT-førleikum, sum starvsfólkið eigur at hava ognað sær sjálvt ella gjøgnum skipaða upplæring ella skeið. 

Henda og aðrar vegleiðingar eru eisini at finna undir Z:\Felags\Kunning\Frá KTT.

Um spurningar eru, ber til at skriva ella ringja til Johan Ísak Suna Hansen, fyrbils KT-leiðara, tlf. 292504, ella skriva til: KTT@setur.fo

KT-tænastan til lesandi er opin:

mánadag til hósdag kl. 12.00-16.00

Telefon +298 292599

Teldupostur: support@student.setur.fo 

Lýsið trupulleikan neyvt í teldupostinum (um møguligt við screenshot av trupulleikanum)

KT-tænastan til starvsfólk er opin:

Gerandisdagar kl. 08.00-16.00

Telefon +298 292511

Teldupostur: KTT@setur.fo 

Lýsið trupulleikan neyvt í teldupostinum (um møguligt við screenshot av trupulleikanum)

Rættstavarin

Tak rættstavaran niður her

CD-ORD og Intowords support

Set teg í samband við Málmót her

Tak CD-ORD og Intowords niður her