30 ár eru liðin, síðani fyrstu námsfrøðingarnir fingu føroysk prógv. Fríggjadagin vórðu tilsamans 23 nýggj prógv latin (Foto: Elsa Maria Højgaard Hansen)
Brynhild Thomsen
06.07.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

23 námsfrøðingar fingið prógv

Fríggjadagin var serligur dagur á Námsvísindadeildini á Setrinum, tá 23 nýggir námsfrøðingar fingu prógv, tríati ár eftir, at teir fyrstu námsfrøðingarnir fingu føroysk prógv

Á middegi fríggjadagin var prógvhandan fyri námsfrøðingum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Erla Olsen, dekanur, bjóðaði vælkomin, og Annika Antoniussen, sum er útbúgvingarleiðari, helt røðu.
Felagssagur var, og so helt Finn Johannesen, umboð fyri námsfrøðingalesandi, røðu.
Tónleikainnsløg vóru eisini við Haraldi Fonsdal Jóhannesen (læraralesandi) og Ester Kristiansen (námsfrøðingalesandi), sum bæði eru lesandi á øðrum ári á Nád.

Hetta var eisini ein sermerktur dagur, tí í ár eru 30 ár liðin, síðani fyrstu føroyskt útbúnu námsfrøðingarnir fingu prógv.

Tilsamans hava 23 námsfrøðingar fingið prógv í ár. Tey eru: Anita Vitalis Poulsen, Anna á Hædd Stampe, Anna Maria Kass Henriksen, Anne Melchior Hansen, Barbara S. Reynagarð, Birita Kjærbo Mortensen, Elin Jákupsdóttir Petersen, Elinborg Reynheim, Eyðfríð Ísaksdóttir Simonsen, Finn Johannesen, Gerda Olesen, Hallur Thomsen, Helen Vilhelm Lindenskov, Helena Heðinsdóttir Jørgensen, Herborg á Mýrini, Jana Kristina Rasmussen, Ken Lindenskov Olsen, Kristian Erling Vígdá Højgaard, Linda Krossá Joensen, Rannvá Blástein, Sára Jónsdóttir Carlsson, Tóra Kristin Bjørk Tungá og Tóra Zachariasen.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og bestu eyðnu!


Eina sjálvsmynd saman við dekaninum má ein hava slíkan dag :-)

Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari helt eisini eina røðu

Anita Poulsen Vitalis og Barbara S. Reynagarð í fínasta skrúð, nú tær hava prógv sum námsfrøðingar

Ester, sum enn lesur til námsfrøðing, og Harald, sum lesur til lærara, eru tónleikarar, og tey framførdu sangirnar "Handan mjørkan" hjá Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen, "Snigil" hjá Anniku Hoydal og "Fívil" hjá Ester Kristiansen og Eir í Ólavstovu 

Finn Johannesen, nýggjur námsfrøðingur saman við Noomi í Dali, sum undirvísir á Námsvísindadeildini. Finn helt eisini røðu á degnum

Vanliga er aulan á tremur slíkar dagar, men almennu fyriskriftirnar, sum skulu forða fyri smittu, avmarkaðu talið av luttakarum