10.04.2012
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Menning av Lóg á Setrinum

Herfyri hittust undir heitinum Symposium on Faroese Law løgfrøðingar og onnur av seks universitetum ið samstarva við Fróðskaparsetrið um útbúgving í løgfrøði.


Úrslitið er, at Fróðskaparsetrið er komið við í enn eitt NordPlus netverk við denti á heimspeki, herundir lógheimsspeki. Hetta netverkið fer helst at virka við til fíggja at flyta lesandi og undirvísarar, so føroyska masterútbúgvingin í lóg verður so altjóðagjørd sum til ber.

Ítøkiliga fara væntandi nøkur lesandi úr Føroyum til Akureyrar í heyst at taka fak í altjóða háttalagi. Háskólinn á Akureyri er kendur fyri at hava lesandi úr mongum londum og ikki minst fyri PolarLaw útbúgvingina.

Somuleiðis er avrátt við Háskóla Íslands at skipa fyri skeiði í havrætti í heyst. Havrættur er sera týðandi fyri tjóð sum okkara við nógvar ferðir størri havøki enn landøki. Fiskivinnusáttmálar, undirgrundarkrøv, umhvørvisreglur og ikki at gloyma makrelstríðið eru evni ið mugu finna loysn sína innan karmarnar av havrættarstáttmála Sameindu Tjóða. Fleiri føroyingar hava gjørt vart við seg á hesum øki áður, nevnast kann Dánjal Nolsø ið var við at orða havrættarsáttmálan; eisini hevur Bjørn Kunoy hildið fyrilestrar í hølunum í Jónas Broncksgøtu um havrættarevni.

Av meiri heimligar menning kann nevnast, at lýst nú verður eftir adjunkti í lóg. Hesin skal ætlandi skriva doktorsritgerð um tættir í almennari fyrisiting. Starvið í løgfrøði fevnir um undirvísing á bachelor og masterstigi í fyrisitingarligum tættum sum kommunulóg og innliti. Somuleiðis skal hann undirvísa í grundskeiði í lóg. Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans.

Áhugin fyri Grundskeiði í Lóg er sera stórur, um 50 fólk vóru til próvtøku í vár, og vit vænta líka nógv fólk í heyst. Harumframt eru royndir gjørdar at menna fak á bachelorstigi í almennari fyrisiting, bæði alment og í serstøkum greinum sum ALS-lóg og skattalóg.

Denturin verður tó fyribils lagdur á at menna masterskeið, so til ber at bjóða føroyska masterútbúgving. Tey ið ætla sær at taka ta komandi útbúgvingina skulu tó taka skeið á øðrum universitetum eisini, við at lesa aðrastaðni, taka skeið hjá gestalærarum umframt fjarlestur.

Higartil hevur gingið ser væl at fingið skeið góðskrivaði á øðrum útbúgvingum. Føroyingar lesa mest løgfrøði í Danmark. Samstarvið við Keypmannahavn hevur verið sera gott og er avgjørd fortreyt fyri at menna fak og útbúgving í Føroyum, og nú er eisini samstarv fingið í lag við Aalborg ið leggur stóran dent á Grønland og altjóða vinnu. Til ber hjá lektara á Fróðskaparsetrinum at vegleiða teimum ið skriva ritgerð (speciale) um føroysk viðurskifti. Alsamt fleiri gerast tí cand. jur. við føroyskum fakum og føroyskari vegleiðing.

Fakini í heyst verða ætlandi:

  • Havrættur 10 ECTS (master)
  • Føroysk Kommunulóg 10 ECTS (master)
  • Føroysk Skattalóg 10 ECTS (master)
  • Grundskeið í Lóg 10 ECTS (bachelor)

 

Nakað av miðlaumrøðu fekk symposiið eisini, nevnast kunnu samrøður við Rás2 og Kringvarpið.