University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setursnámsfrøði lið 2.jpg

13 undirvísarar aftrat hava lokið prógv í setursnámsfrøði, sum Námsvísindadeildin skipar fyri

Elsa Maria Højgaard Hansen
15.06.2021
Setrið Námsvísindadeildin

Nýtt lið fingið prógv i seturnámsfrøði

Herfyri var prógvhandan í auluni á Námsvísindadeildini, tá 13 undirvísarar aftrat høvdu lokið skeið í setursnámsfrøði 

Hetta er annað árið á rað, at Námsvísindadeildin hevur skipað fyri skeiði í setursnámsfrøði fyri undirvísarar á Fróðskaparsetrinum.
Setursnámsfrøði hevur til endamáls at stimbra og førleikamenna undirvísarar við námsfrøðiligari vitan og amboðum, sum verða gagnnýtt í undirvísing. Skeiðið er tí liður í menning og góðskutrygging av undirvísing og útbúgving til frama fyri lesandi á Setrinum.

Tey, sum samskipa og hava fakligu ábyrgdnina av skeiðinum, eru Kalpana Vijayavarathan og Hans Harryson frá Námsvísindadeildini. 

Til prógvhandanina í auluni á Frælsinum søgdu Kalpana Vijayavarathan, ph.d., og Chik Collins, rektari nøkur orð, og Hallbera West, skeiðsluttakari og undirvísari á Søgu- og samfelagsdeildini bar fram røðu.

Kalpana Vijayavarathan, skeiðsábyrgdari, hevur ta fatan, at skeiðið sum heild hevur hepnast væl og er við til at styrkja samanhald og fakligt samstarv tvørtur um deildirnar á Setrinum. Hetta kemur m.a. til sjóndar við, at teir í alt 18 undirvísararnir, sum fingu prógv í setursnámsfrøði í fjør, hava tikið stig til eitt netverk, sum regluliga hittist fyri at vitanardeila og varpa ljós á týdningin av setursnámsfrøðini. Nú verður hetta netverkið so stykt við teimum 13, sum nú eisini hava fingið prógv.

Hjartaliga til lukku!

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 09 09 At 15 59 36 SPOR Sprotin.Fo

    Bókaútgáva: Skomm og skuldarkensla í bókmentum

  2. Venjing Heilivágur Og Genetikkur Statinir Mynd Tórur Sjúrðarson

    Nýggj verkætlan: Statin-viðgerð og venjing

  3. betri_logo_rgb.jpg

    Betri Stuðul fíggjar fimm verkætlanir á Setrinum