Tey útbúnu saman við undirvísarum á trappuni á Føroyamálsdeildini í sólskininum seinnapartin (Foto: Oda Mørkøre)
Brynhild Thomsen
25.06.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Prógvhandan á Føroyamálsdeildini

Seinnapartin var hátíðarløta á Føroyamálsdeildini í V.U. Hammershaimbs gøtu í Havn í sambandi við ársins prógvhandan 

Loftsstovan á Føroyamálsdeildini var í dag karmur um hátíðarhald, nú seinastu prógvini hesa lestrarhálvuna skuldu handast.

Bergur D. Hansen, dekanur, bjóðar vælkomin og takkar fyri lestrartíðina, sum nú er lokin. Hann helt eisini røðu og handaði teimum fyrrverandi lesandi prógvini

Randi Sundberg Michelsen, sum í dag fekk prógv sum BA í føroyskum, helt óføra røðu fyri samkomuni

Bólkurin Sway við Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen sang tríggjar sangir. Tær báðar seinast nevndu lesa á listaútbúgvingini á Føroyamálsdeildini

Vanliga er samlað og stór prógvhandan í Norðurlandahúsinum, men vegna koronuavmarkingar vóru prógvhandanirnar aftur í ár býttar sundur millum deildirnar á Setrinum. Her sita tey í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini

Aftaná var ábit, prát og hugni

Síðani seinasta summar hava hesi staðið prógv á FMD:

BA í føroyskum: Randi Sundberg Michelsen, Bárður Skorheim Guttesen, Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg, Kristianna Thorkildshøj, Petur Markus Josenius Hammer, Kristfríð Tyril, Lena Fríðunn á Ørg.

MA í føroyskum: Lív Næs, Henry á Fríðriksmørk Borðoy og Barbara Marinardóttir.

Hjánám í føroyskum: Absalon Matras Sjúrðarson.

Ph.d. í bókmentafrøði: Paula Gaard.

Vit á Fróðskaparsetrinum ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku!